
- Eg skilji ikki, at okkurt ikki verður gjørt við ferðslutrygdina á vegnum norður til Haldórsvíkar. Bara okkurt, sigur Cristian Chirlejan, sum býr í Haldórsvík.
Hann fekk ein ógvusligan hvøkk hósdagin, tá hann frætti, at bilurin við konuni Guðruni Annu var farin út av vegnum við Gjánoyri.
- Eg havi ilt við at góðtaka, at smali vegurin norður til Haldórsvíkar og Tjørnuvíkar er so illa grivin á vetri. Tað er lívshættisligt at koyra eftir einum so hálum vegi, har sýnið á nógvum støðum er sera vánaligt – so vánaligt, at tað er heilt vanligt, at bilførarar noyðast at høgga í bremsurnar fyri ikki at stoyta saman, sigur Cristian Chirlejan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald