Fríggjadagin 27. oktober letur ‘støkk-upp’-framsýningin “retrOWspektIv - Ole Wich sambært Goodiepal” við listaverkum eftir Ole Wich upp á Listasavni Føroya.
“Mit foretrukne udstillingslokale er dit kranie” – soleiðis sigur listamaðurin Ole Wich, sum í ár fyllir 70. Hann hevur seinastu 35 árini verið ein virkin listamaður á føroyska listapallinum.
Sitatið omanfyri sigur ikki sørt um hvussu listamaðurin arbeiðir og hugsar. Verkini hjá Ole Wich fevna breitt, tá man hyggur at tilfari og úttrykki. Men onkursvegna er ein reyður tráður í tilgongdini og í evnunum, hann viðger. Flestu verkini eru eyðkend við at vera konseptuell og hava røtur í avantgarde listini. Í konseptlist er tað hugskotið ella konseptið handan listaverkið, sum hevur størstan týdning, meðan avantgarde listin er kend fyri at vera framfús og slóðbrótandi, tí hon bjóðar verandi hugtøkum, formum og skipanum av.
Ole Wich var í farnu viku heiðraður við Sømdargávu landsins fyri útint listarligt avrik (Mynd: Sverri Egholm)
Ole Wich hevur arbeitt nógv við at viðgera samfelagslig viðurskifti gjøgnum listina, og hesi verk eggja bæði til samrøður og stundum kjak. Tað eru evni sum nationalisma, rúmligheit og náttúrufyrisiting í Føroyum, sum ganga aftur í listini hjá Ole Wich. Eisini eru verk, ið viðgera føroyska listapallin og listina sum miðil. Á konseptuellan hátt skapar Ole Wich listaverk, ið bjóða okkara fatan av veruleikanum av. Gjøgnum listina miðlar hann beinrakin og áhugaverd sjónarhorn, sum seta tankar í gongd - og sostatt fær listamaðurin atongd til ‘skallan’ á okkum. At brúka listina til at viðgerða samfelagslig evni og rák, gevur eitt øðrvísi útgangsstøði fyri samrøðum og nýggjum sjónarhornum - og tað skal til viðhvørt!
Ole Wich hevur bjóðað fjøllistamanninum Goodiepal at velja út verk til framsýningina, ið tískil ber heiti “retrOWspektIv – Ole Wich sambært Goodiepal”.
Í sambandi við 70-ára dagin hevur Ole Wich savnað øll síni verk í nýggju bókini “Autobiografisk oeuvre – frem til 2023”. Í bókini eru bæði myndir og tekstur til verkini, ið listamaðurin hevur skrivað. Bókin verður løgd fram til upplatingina og fæst til keyps á Listasavni Føroya.
Framsýningin letur upp á Listasavni Føroya seinnapartin fríggjadagin, tá listamaðurin sjálvur fer at siga nøkur orð, og Goodipal spæla tónleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald