Heimsins lond skulu fyrireika seg uppá, at russiski forsetin, Vladimir Putin, kann brúka kjarnorkuvápn í Ukraina.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í samrøðu við CNN í gjár, sum Ritzau endurgevur.
Sambært Zelenskyj kann Putin brúka hóptýningarvápn ella kemisk vápn, tí hann ikki leggur í, um ukrainska fólkið livir ella doyr.
– Tað er ikki bara eg, men allur heimurin – øll lond – sum eiga at óttast, tí tað kann ikki bara gerast orð men sannleikin, sigur hann.
Bill Burns, leiðari fyri amerikonsku fregnartænastuna CIA ávaraði eisini hósdagin um, at Putin kann fara at brúka kjarnorkuvápn, um hann kennir seg trongdan uppí ein krók.
– Havandi í huga ta afturgongdina, sum Putin og russiska leiðslan hevur upplivað higartil, kann eingin av okkum gera lítið burturúr einari hóttan um møguligt brúk at kjarnorkuvápn, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald