Innanlands

– Øll sum voru her leygarkvøldið eiga at lata seg kanna

Ein persónur, sum hevur verið í sambandi við koronasmittaðan persón, var í Roykstovuni í Klaksvík leygarkvøldið, og verður Roykstovan tí stongd í dag, meðan hølið verður reingjørt

(Mynd: Facebook)

(Mynd: Facebook)

2021-05-24 15:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevur Roykstovan í Klaksvík stongt.

Orsøkin er, at hølið skal reingerast, eftir at ein persónur, sum hevur verið í sambandi við smittað fólk, hevur verið inni á staðnum um vikuskiftið, upplýsir Roykstovan í fráboðan á Facebook.

Tey á Roykstovuni skriva, at tey eru blivin uppringd av einum persóni, sum var har leygarkvøldið, og sum hevur verið í sambandi við fólk, ið er smittaður við koronu.

Ógreitt er, um hesin persónurin er smittaður, tí viðkomandi hevur enn ikki fingið úrslitið av sínari koronukanning, skrivar Roykstovan.

– Vit vilja tí heita á øll, sum vóru í Roykstovuni leygarkvøldið, um at lata seg kanna.
Vit fara at reingera hølið, og lata tískil ikki upp í dag. Vónandi skilja tit støðuna, stendur í fráboðanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder