
Á tíðindafundinum, sum er í gongd í Kringvarpinum í løtuni, hevur løgmaður heitt á Føroya fólk um at vera ansin, nú smittutølini eru høg, og millum annað ikki savnast við øðrum, enn mann er saman við dagliga, tá nýggjárið skal hátíðarhaldast.
Fútin og formaðurin í farsóttarnevndini legði afturat, at um ein er saman við øðrum fólkum, enn ein til dagliga er, so helst ikki vera saman við tíggju fólkum. Eisini skal frástøðan helst haldast og munnbind nýtast, segði Micheal Boolsen.
Bárður á Steig Nielsen segði beinanvegin, at støðan er álvarsom, at fólk eru ørkymlað, og at spurningarnar eur nógvir, nú. Tó sló løgmaður fast, at sum so einki meira verður stongt og av - millum annað lata skúlar og dagstovnar upp - men nakrar vegleiðingar afturat koma.
- Øll verða helst smittað við Omikron fyrr ella seinni. Tí snýr tað seg um, at toyggja tað so nógv sum gjørligt, so at ikki ov nógv verða smittað samstundis, so at trýst kemur á sjúkrahúsverkið. Hetta má ikki henda.
Yvir 200 koronutilburðir eru staðfestir í kanningunum í gjár kom fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald