Fleiri ferðir í desember hava vit hoyrt um, at óvanliga nógv fólk í Føroyum hava søkt um jólahjálp.
Fleiri stovnar hava hendan møguleikan, og frá millum annað Barnabata og Reyða Krossi Føroya eru komin boð um, at nógv trýst hevur verið á, tí so nógv fólk hava søkt.
Nógv fólk hava verið kroyst. Tað staðfestir Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, í samrøðu við Kringvarpið í dag.
- Fyri nøkrum mánaðum síðani fóru vit at fyrireika okkum, tí vit sóu á vanligu útberingini, at her var størri tørvur enn vanligt.
Martin Kúrberg sigur, at trýst var á fram til 23. desember, men at ómetaliga góð hjálp og vælvild hevur verið frá fyritøkunum, einstaklingum og skipum í støðuni: Tey hava staðið saman og gjørt tað møguligt, so at øll sum hava biðið um hjálp hava fingið eina eskju.
Martin Kúrberg (t.v.)
Tað er eitt óvanliga høgt tal av umsóknum, og hetta var neyðugt at fyrireika seg væl til.
Eskjur fóru út um alt landið - nú verður hugt uppá næstu mánaðirnar, sum eisini eru tungir hjá mongum, staðfestir Martin Kúrberg.
Til ber at hoyra alla samrøðuna í útvarpstíðindunum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald