Uttanlands

– Ongar ætlanir um at fara úr donskum politikki

Danski forsætirsráðharrin, Mette Frederiksen vísir aftur, at hon hevur verið á veg í Nato

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur, at hon hevði sagt nei, um hon hevði fingið bjóðað annað starv (Mynd: EPA)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur, at hon hevði sagt nei, um hon hevði fingið bjóðað annað starv (Mynd: EPA)

2023-08-13 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í summar gingu søgur um, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen var í uppskoti til at gerast næsti Nato-aðalskrivarin, men hetta hevur ongantíð verið uppá tal, sigur hon.

Í samrøðu við Berlingske sigur danski forsætisráðharrin, at hon hvørki er ella hevur verið á veg úr donskum politikki.

Tað var í sambandi við, at embætistíðin hjá Jens Stoltenberg, sum hevur verið Nato-aðalskrivari síðan 2014, stóð til at enda í heyst, og varð m.a. Mette Frederiksen nevnd sum ein møguligur avloysari. Men 4. juli varð boðað frá, at embætistíðin hjá Stoltenberg aftur var longd, fram til oktober næsta ár.

Danski forsætisráðharrin sigur við Berlingske, at hon ongar ætlanir hevur um at fara úr donskum politikki, og skuldi hon fingið bjóðað eitt høgt starv, fer hon ikki at taka av.

– Nei, eg var ikki við at fara úr donskum politikki. Og tað havi eg heldur ongar ætlanir um. Tað, eg kann siga, er, at um eg varð spurd, hevði svarið verið nei, sigur hon sambært donskum miðlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder