Uttanlands

– Ongar ætlanir um at leypa á Nato-lond

– Fáa vit ikki steðgað Putin, verður frælsið hjá øllum í vanda, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden – Tað er nakað møsn, sigur russiski forsetin

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-12-17 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Í dag er tað frælsið hjá Ukraina, sum er uppá spæl. Men fáa vit ikki steðgað Putin, verður frælsið hjá øllum í vanda.

Soleiðis segði amerikanski forsetin, Joe Biden á tíðindafundi týsdagin í sambandi við vitjan hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj. Men hetta er møsn, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.

– Tað er ein retorikkur, sum skal rættvísgera ein miseydnaðan politikk mótvegis Russlandi, sigur russiski forsetin sambært Ritzau.

Putin sigur, at vinnur Russland í Ukraina, ætlar landið sær ikki í kríggj við Nato-lond.

– Russland hevur ongan geopolitiskan áhuga - hvørki búskaparligan, politiskan ella hernaðarligan - í at stríðast móti Nato-londum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder