Innanlands

- Ongin dagstovnaleiðari fær játtan til sítt fulla starv

Størsta avbjóðingin á dagstovnaøkinum er, at fíggjarleiðsturin, sum verður brúktur í Tórshavnar kommunu, tekur ikki støði í verðuligu útreiðslunum á dagstovnunum, sigur Pedagogfelagið

2019-10-29 12:50 Author image
Innsent
placeholder

Stutt kunning frá Pedagogfelagnum og stigtakarunum til innsavnanina av undirskriftum hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum hjá Tórshavnar Kommunu:

Vit hava nú haft “kaffi-prát” við allar politiskar flokkar í Tórshavnar kommunu, og vilja vit her royna at lýsa okkara tankar um tær avbjóðingar vit síggja, og hví vit ikki síggja eindarleiðslu sum eitt tilfeingi fyri dagstovnaøkið. 

Vit hava upplivað, at tað eru nógvar misskiljingar í millum partarnar í hesum máli. Vit hava bjóðað til “kaffi-prát” fyri at royna at koma hesum misskiljingum til lívs. 

Tað hevur ofta verið borið fram í fjølmiðlunum, at leiðarin á Barna- og ungdómsdeildini er einsamøll, og at einki er broytt í umsitingini í nógv ár. Vit vita, at tað er ikki so.

Umsitingin hjá Barna- og ungdómsdeildini sær soleiðis út:

[object Object]

Myndin er kanska ikki rætt skipað eftir leiðsluástøði, men er gjørd fyri at lýsa hvussu nógv fólk longu eru í umsitingini á Barna- og ungdómsdeildini. 

Vit viðurkenna, at leiðarin á hesi deild hevur ov nógv at gera. Tað kann gott vera, at tøvur er á, at okkurt fólk kemur avtrat, men vit undra okkum yvir, at tað ikki letur seg gera við at umskipa verandi starvsfólkahóp, heldur enn at skipa eindarleiðslu. 

Vit hava ilt við at skilja, at øll hesi fólk sum longu eru har, pluss 4 til 6 eindarleiðarar eru tað sum skal til fyri at 37 dagstovnaleiðarar skulu kenna seg hoyrdan og sæddan.

Vit vita, at tað ber illa til, at 37 leiðarar bert hava ein leiðara at vísa til. Tó vildu vit mett, at dagstovnaleiðarar venda sær til tann í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, sum best kann svara  uppá spurningin, sum viðkomandi situr við, og hevur tískil tilvísing til alla umsitingina hjá kommununi.

[object Object]

Tað kann væl vera, at hetta á leiðsu ástøði ikki eitur tilvísing, men í roynd og veru er tað tó so, at dagstovnaleiðarin vendir sær til tann í umsitingini, sum best kann loysa avbjóðingina,  leiðarin situr við.

Ein onnur misskiljing er, at tað verður borið fram at vit halda, at ein illvilji er í skipanini og at vit halda, at tað er ein fjald dagskrá.

Hetta er á ongan hátt okkara útsøgn. Vit hava viðurkent, yvirfyri øllum vit hava tosað við, at vit veruliga trúgva, at tey vilja tað væl. Tað er eisini tí vit bjóðaðu til “kaffi-prát”, júst fyri at fáa misskiljingar av vegnum og vísa í verki at vit vilja hvør øðrum væl.

Í okkara kaffiprátum er tað tíðiliga komið fram, at størsta avbjóðingin á dagstovnaøkinum er, at fíggjarleiðsturin, sum verður brúktur í Tórshavnar kommunu, ikki tekur støði í verðuligu útreiðslunum á dagstovnunum.  

Ein stór avbjóðing við fíggjarleistinum er at, Tórshavnar kommuna setir dagstovnaleiðarar í eitt fulltíðarstarv, men veitir teimum ikki játtan til sítt starv. Ongin dagstovnaleiðari fær játtan til sítt fulla starv. Fíggjarleiðsturin hjá Tórshavnar kommuna veitir ongum dagstovnaleiðara meira enn 32 leiðslutímar, og flestu dagstovnaleiðarar fáa bert játtan til uml. 20 leiðslutímar. 

Vit vita, at útrokningarlykilin ikki er prístalsviðgjørdur ella á annan hátt veruliga dagførdur í nógv ár.

Vit eru sannførd um, at tey, sum einaferð í tíðini hava uppfunnið verandi fíggjarleist, gjørdu tað í bestu meining.  Hesi hava sjálvandi hildið, at hetta var besta loysnin fyri at kunna skipa eitt javnt gott tilboð fyri øll. 

Vit vita, at skipanin við hesum fíggjarleiðsti, hevur verið við til at niðurpína flestu leiðarar, sum tískil eru farnir úr starvið í Tórshavnar kommunu, og hevur hetta verið vit til at gjørt arbeiðsuppgávuna hjá leiðarinum á Barna og Ungdómsdeildini enn truplari. 

Tað, sum vit eru allarmest hørm um er, at Tórshavnar kommuna ynskir at seta eina millumleiðaraskipan í verk, sum mann veit hevur havt keðiligar avleiðingar fyri tey, sum tænastan er ætlað. Í hesum føri børnunum. 

Ongin ynskir sær danskar tilstandir. Vit eru 50.000 fólk og hava bygt eitt ríkt samfelag, har vit hava dugað at gangnýtt ymiskleikan og bygt á álit, tí vit eru fá og hava tørv á hvørjum øðrum. Dýrtkeyptar royndir hava lært okkum, at jú fleiri leiðslulið ein skal ígjøgnum, tess truplari er tað at skapa gjøgnumskygni, og at fáa rættað møguligar skeivleikar við skipanum. 

Vit skulu sjálvsagt ikki avgera hvør leiðslubygnaður er best hjá Tórshavnar Kommunu, men vit loyva okkum at undra okkum yvir, at so nógv umsiting skal til, fyri at 37 dagstovnaleiðar skulu kenna seg hoyrdan og sæddan. Tað vildi eisini verið býtt ikki at sagt frá, tá ið royndirnar við millumleiðarum hava víst seg at vera við til at skaða okkara fak, soleiðis, at orkan sum skal nýtast til børnini, í staðin verður nýtt til at sannførða millumleiðarar um, at tað vit gera er gott nokk.

Okkara niðurstøða er tí framvegis at biðja Tórshavnar kommunu støðga við ætlanini um eindarleiðslu. Skipið Barna- og Ungdómsdeildina soleiðis, at verandi leiðarar fáa eitt stað, har teir kenna seg hoyrdan og sæddan. Latið verandi leiðarum betri játtan, so at arbeiðsumstøðurnar hjá verandi leiðarum og námsfrøðingunum blíva betri. Hetta vildi heilt víst gjørt, at fleiri námsfrøðingar fara at ynskja at arbeiða fulla tíð, og at fleiri námsfrøðingar fara at ynskja at starvast á dagstovnunum hjá Tórshavnar kommunu.

- Føroya Pedagogfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder