Innanlands

- Ongin skal vera fyri harðskapi ella ágangi

Landsstýriskvinnan vil hava null-hugsjón tá um harðskap og kynsligan ágang ræður

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir

2021-05-20 13:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Ongin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi. Tað segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum, millum annað, eftir at úrslit frá stórari kanning um harðskap vórðu løgd fram fyrrapartin.

Meira enn ein triðingur, 36 prosent, av teimum spurdu hava verið fyri onkrum slagi av harðskapi. Og 23 prosent – ella meira enn fimti hvør – av teimum spurdu hava verið fyri kynsligum ágangi.

Harðskapur og kynsligur ágangur hava sera álvarsligar fylgjur fyri tey, sum eru rakt. Tí sambært kanningini eru nógv teirra,  sum hava verið fyri kynsligum ágangi, plágað av tungum tonkum, vónloysi, einsemi og trupulleikum í parlagnum.

Tey eru eisini í nógv størri mun, enn onnur, arbeiðsleys ella óarbeiðsfør.

- Hetta eru tøl, ið tala, og arbeiðið at basa harðskapi og ágangi, er ikki liðugt, staðfestir landsstýriskvinnan, sum ætlar sær at halda fram við hesum týdningarmikla arbeiði:

- Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður”, sigur hon.

Kanningina, sum varð løgd fram fyrrapartin, hevur Setrið gjørt fyri Almannamálaráðið. Lóður stóð fyri at savna inn dáturnar, og spurt varð um harðskap av ymsum slag og um, hvussu harðskapur ávirkar lívsgóðskuna hjá fólki.

Umleið 2.000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 18-75 ár vórðu spurd, og umleið 1.100, ella 51 prosent, hava svarað.

Hetta er tann fyrsta kanningin av sínum slag, og seinni í ár verður ein nýggj kanning gjørd, tá av støðuni hjá teimum, sum í dag eru børn og ung.

- At fáa til vega nágreiniliga vitan um hetta økið hevur alstóran týdning, og eg eri fegin um, at vit nú hava eitt enn betri grundarlag at arbeiða við. Tí við álítandi tølum av slíkum slagi ber til at leggja arbeiðið til rættis á besta hátt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum.

Úrslitini síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder