Mentan

– Óveruligt at mann kann vinna eini hús

Í annaðkvøld kunnu Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn vinna húsini, sum tey hava brúkt tveir mánaðir uppá at innrætta í TV2-sendingini Nybyggerne

Martin Høgfeldt Olsen og Sunnvá Dahl Rasmussen (Mynd: André Blinkilde/TV 2)

Martin Høgfeldt Olsen og Sunnvá Dahl Rasmussen (Mynd: André Blinkilde/TV 2)

2020-11-24 20:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ræðuligt og spennandi.

Soleiðis sigur 25 ára gamla Sunnvá Dahl Rasmussen, sum seinastu vikurnar hevur verið at sæð í TV2 sendingini Nybyggerne, har hon og unnustin Martin Høgfeldt Olsen hava innrættað eini hús í Silkeborg.

Í morgin verður finalan, og tá fáa vit at vita, um Sunnvá og Martin gerast so heppin at vinna húsini, sum tey hava arbeitt uppá í tveir mánaðir, og sum hava eitt virði á 2,6 mió. krónur.

– Tað er øgiliga stórur vinningur, sum stendur uppá spæl. Tað kenst so óveruligt, at mann hevur møguleika at vinna eini hús. So vit eru øgiliga, øgiliga nervøs, segði Sunnvá, tá Portalurin fekk orðið á hana fyrrapartin.

[object Object]
(Mynd: André Blinkilde/TV 2)

Sunnvá og Martin eru í løtuni stødd í nýbyggjarahúsinum í Silkeborg. Har hava tey verið síðan sunnudagin, og har skulu tey vera verðandi til aftaná finaluna.

– Vit hava ikki verið her síðani upptøkurnar endaðu fyrst í juli. Tá vit komu inn føldist tað akkurát sum, at mann hevur verið og ferðast og er komin heim aftur. Tað følist ordiliga heima at vera her, og er tað gingið upp fyri okkum, hvussu fegin vit vilja vinna.

Finalan verður víst beinleiðis í Kringvarpinum og á TV2 í annaðkvøld klokkan 19.

Fyrst á skránni er seinasti parturin, har pørini skulu innrætta seinasta rúmið í húsinum, sum er stovan. Beint aftaná verður beinleiðis finala, har øll fýra pørini sita í húsunum saman við familju og vinum. Síðani fer verturin at ganga millum húsini at tosa við tey, og alt endar niðri í einum tjaldi, sum er stillað upp við endan av vegnum. Har verður vinnarin avdúkaður.

– Í ár sleppa vit bara at bjóða átta fólk, so vit ikki verða fleiri enn tíggju í hvørjum húsi. Okkara gestir koma í annaðkvøld. Foreldrini hjá mær og Martin koma úr Føroyum, og so hava vit nøkur vinfólk afturat, sigur Sunnvá.

TV2 tekur trygdina í álvara, og tí skulu øll, luttakarar, filmslið og gestir, potast fyri korona, áðrenn finalan byrjar, leggur hon afturat.

[object Object](Mynd: TV 2)

Í finaluni er tað ikki dómaraparið, sum skal avgera, hvør skal vinna men hyggjararnir. Til ber eisini hjá føroyskum hyggjarum at atkvøða, men fyrst mugu teir fylla pengar á sína telefonsaldo.

– Í Føroyum er ein sovorin tryggleiki á øllum telefonhaldum. Tað kostar fimm krónur at atkvøða, og um tú ikki hevur teir pengarnar á tínari telefonsaldo, so kunnu teir pengarnir ikki trekkjast av nakrastaðni. Tí skal mann aktivt fara inn og fylla pengar á sína saldo, so mann kann atkvøða við, sigur Sunnvá.

Atkvøðast kann 12 ferðir per telefon. Fyri at atkvøða fyri Sunnvá og Martin í annaðkvøld skal mann senda SM til 1234.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder