Tað er hugstoytt hjá eini mammu, ið júst hevur fingið son sín heim aftur eftir at hava fingið knúst andlitið í fillur, at lesa á miðlunum at illgerðarmaðurin sleppur at hugna sær á ólavsøku sum um einki var hent.
Talan er um mammuna til drongin, sum undir Tórsfest konsertini fríggjakvøldið/leygarnáttina varð offur fyri harðskapi av grovum slag. Illgerðarmaðurin verður helst ákærdur eftir høðru harðskapsgreinini, kundi løgreglan boða frá í gjár, samstundis, sum upplýst var, at ‘órættaði hevði brotið kjálkabeinið’.
Les: Harðskapsmaður verður ikki órógvaður á ólavsøku
Veruleikin er tann, at hesin ‘órættaði’ var so illa komin til skaða, at hann mátti flytast niður til Danmarkar leygardagin fyri at ‘seta andlitið samanaftur’. Enn er óvist um drongurin fær sína vanligu útsjónd aftur.
Komnir til Føroya saman kvøld
Mamman, Evi Hallursdóttir Klejstrup, greiðir frá, at drongurin, sum er búsitandi í Danmark, sama dag var farin til Føroya saman við einum donskum vinmanni at halda feriu og ólavsøku hjá pápa sínum.
Sama kvøld, sum teir komu, fóru teir á Tórsfest saman við einum systkinabarni. Tað var einaferð út á kvøldið ella náttina, tá tey trý skuldu fara at keypa sær øl í einum av skeinkitjøldunum í Vágsbotni, at illstøða kom í millum teir báðar dreingirnar og ein annan persón.
Hesin triði persónurin hevði hug at prika til gentuna – systkinabarnið, sum fylgdust við teimum – og dreingirnir bóðu viðkomandi lata gentuna fáa frið.
Júst hvat er hent teirra millum er ikki heilt greitt, men sum skilst fór hin sín veg, men kom eftir eini løtu aftur saman við sjey vinmonnum, og tá byrjaði harðskapurin.
Filmaðu heldur enn at hjálpa
Bæði tann 20 ára gamli og danski vinmaðurin vórðu slignir og bukaðir, tað gekk tó álvarsligari út yvir føroyingin. Meðan tveir hildu dananum, helt harðskapurin fram, so ógvusliga, at kjalkabeinið fór í knús umframt aðrar skaðar á høvur og kropp.
Her skal sigast, at frágreiðingina hava vit einans frá mammuni, sum hevur tosað við son sín, hóast hann illa fær tosað, men eisini við hini sum vóru við honum og við onnur vitni.
- Tað, sum eg eri mest skakað yvir er, at drongurin ikki fekk nakra hjálp, hóast fleiri fólk sóu tilburðin. Heldur enn at hjálpa honum, tóku tey film av hendingini.
- Tú kanst ímynda tær hvussu skelkandi tað er at verða ringd upp av soninum klokkan hálvgun fýra um morgunin. Hann fekk nærum ikki tosað, men ringdi til mín, tí hann visti ikki síni livandi ráð, greiðir Evi Hallursdóttir Klejstrup frá.
(Privat mynd)
Fluttir til Danmarkar
Drongurin kom á landssjúkrahúsið, men her var mett ráðiligt at fáa flutt drongin til danskt sjúkrahús.
Sostatt gjørdist ólavsøkuferðin hjá teimum báðum ungu monnunum stutt og rættiliga óbehagilig.
Á Skejby sygehus er drongurin nú viðgjørdur – “boltaður saman í andlitinum”, sum mamman málber seg.
Tað hjálpti heldur ikki, tá mamman í miðlunum kundi lesa, at illgerðarmaðurin ikki varð tikin av løgregluni enn, men slapp at halda ólavsøku – eftir øllum at døma tí løgreglan ikki hevði stundir at taka sær av málinum fyrr enn eftir ólavsøku. Og heldur ikki, tá mamman fekk sendandi filmsbrot av illgerðarmanninum, sum, pyntaður í tjóðbúna, hugnaði sær á ólavsøku.
Hennara illgruni snýr seg um, at politimyndugleikarnir onkursvegna hava hug til at avdramatisera hendingina, eitt nú við ikki at upplýsa hvussu álvarsligar skaðar sonurin veruliga hevur fingið.
- Eg haldi at fólk eiga at fáa at vita, hvussu illa sonurin er komin til skaða, sigur Evi Hallursdóttir Klejstrup og harmast um, at ongin av teimum, sum vóru til staðar, og heldur ikki samarittarnir, kundu veita dronginum hjálp.
Tvær hendingar við brotnum kjálkabeini
Av løgreglustøðini fáa vit í dag at vita, at tey nú hava tosað við offurið, og eru til reiðar at taka gerningsmanning inn á politistøðina til avhoyringar. Um tað verður í dag, í morgin ella seinni í vikuni, ber ikki til at siga í løtuni.
Upp á fyrispurning um hví løgreglan hevur valt at bíða við at avhoyra gerningsmannin, ljóðar svarið, at tað helst hevur verið ein orsøk til tað, men at hann ikki kann svara fyri aðrar vaktleiðarar, sum hava verið á sakini.
Ella sakunum, kundu vit sagt.
Tí tað hendu nevniliga tvey harðskapsmál í sambandi við Tórsfest fríggjadagin. Eitt um kvøldið og eitt longur út á náttina. Tað løgna er, at harðskapsmálini í báðum førum endaðu við kjálkabeinsbroti.
- Møguliga kann onkur misskiljing vera farin fram í kunningini, sum er farin út, við tað at vit tosa um tvey eins mál, men við ymsum offrum og gerningsmonnum, sigur maðurin, ið situr sum vaktleiðari á løgreglustøðini í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald