Uttanlands

– Óvist um vit nýtast at góðkenna svenskan Nato-limaskap

Tað sigur formaðurin í ungarska tinginum, László Kövér

2023-09-18 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er óvist, um ungarska tjóðartingið nýtist at góðkenna svenskan Nato-limaskap. 

Tað segði formaðurin í ungarska tinginum, László Kövér í sjónvarpssamrøðu í gjár sambært Reuters.

Tað var í fjør, at Svøríki saman við Finnlandi søkti um limaskap í verjusamgonguni Nato í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.

Hóast Finnland nú er blivið limur, hava Turkaland og Ungarn enn ikki góðkent umsóknina hjá Svøríki um limaskap. Og neyðugt er við undirtøku frá øllum limalondunum.

Í Ungarn eru tey m.a. ónøgd við, at Svøríki er komið við atfinningum um fólkaræðið í Ungarn, og boðað hevur verið frá, at Turkaland og Ungarn hava eitt tætt samstarv um tilgongdina at góðkenna svenskan Nato-limaskap.

Ungarska tingið kemur saman aftur eftir summarsteðg 25. september, og turkiska tingið kemur saman aftur í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder