Uttanlands

Páskafriðurin í Norðurírlandi 25 ár

Í dag eru 25 ár síðani, at tann víðagita friðaravtalan varð gjørd, sum steðgaði borgarakrígnum í Norðurírlandi millum katolikkar og protestantar

Bretski forsætisráðharrin Tony Blair og írski forsætisráðharrin Bertie Ahern skriva undir avtaluna í 1998.

Bretski forsætisráðharrin Tony Blair og írski forsætisráðharrin Bertie Ahern skriva undir avtaluna í 1998.

2023-04-10 15:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Henda dagin varð tann sonevnda “Good Friday Agreement” undirskrivað við luttøku av amerikanska forsetanum Bill Clinton og bretska forsætisráðharranum Tony Blair. Ein avtala, sum endaði 30 ára langt  stríð millum tey í Norðurírlandi, sum vildu leggja saman við ìrland, nationalistarnar og tey, sum vilja halda fram sum partur av Bretlandi, unistarnar. 3500 fólk doyðu hesi árini millum 1968 og 1998.

Friðaravtalan var til fólkaatkvøðu í bæði Írlandi og Norðurírlandi og fekk stóra undirtøku. Norðurírland varð stovnað í 1921  sum sjálvstøðugur partur av Bretlandi, eftir at Írland gjørdist sjálvstøðug tjóð. 

Týsdagin verður dagurin hildin við luttøku av m.a. amerikanska forsetanum Joe Biden. Eisini fyrrverandi forsetin Bill Clintor fer at vitja í sambandi við hátíðarhaldið.

Hóast friðurin hevur hildið øll hesi árini so ávarar bretska trygdarløgreglan um bumbuatsóknum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder