Innanlands

- Politiski ágangurin móti arbeiðarafjøldini er ekstremur

Hesum kunnu vit simputlen ikki liva við, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. Fekfeløg fara fyrrapartin at viðgerða møguliga stríðsstig

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, uttanfyri løgtingið, tá uppskotið varð lagt fyri tingið mikudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, uttanfyri løgtingið, tá uppskotið varð lagt fyri tingið mikudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit halda, at vit eru í einum demokratiskum samfelag, men sum nú er, er politiski ágangurin móti arbeiðarafjøldini so ekstremur, at tað kunnu vit simpulten ikki liva við, segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum í Degi og viku í gjárkvøldið.

Í morgun klokkan 9 er kallað inn til fundar, har 36 fakfeløg fara at umrøða hvørji stríðsstig skulu takast, nú Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fram á løgtinginum um at tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk. Undantøk, sum sambært landsstýrismanninum skulu tryggja, at lív og heilsa er hjá borgarunum.

Hetta meta fakfeløgini vera eitt brot á verkfalsrættin, og ein prinsipiell avgerð við víttfevnandi avleiðingum fyri allar komandi samráðingar.

- Verður lógaruppskotið ikki tikið aftur, fara vit undir at fyrireika stríðsstig, vóru greiðu boðini frá 36 fakfeløgum til Helga Abrahamsen og landsstýrið mikudagin.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum sigur, at tey landsstýrið við hesum trekkir seinastu tenninar hjá fakfeløgunum út.

- Fakfeløgini eru skerd ógvuliga nógv seinastu árini. Vit hava fingið eina semingslóg, vit hava fráboðanarfreistir og alt er gjørt við lóg. Vit eru tvungin um at gera avtalur og nú skal man lóggeva á ymsum økjum um hvat ikki skal vera rakt av verkfalli. Sostatt eru ongar tenn eftir at bíta við, og einki skot eftir í byrsuni til at kunna hótta seg til eina avtalu, segði Súni Selfoss, við Dag og viku.

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, kemur til fyrstu viðgerð klokkan 10 í dag. Í gjárkvøldið sendi Pedagogfelagið fráboðan út um, at tekur Helgi Abrahamsen uppskotið aftur, so verður verkfallið, sum hevur vart síðani mánadagin, sett í bíðistøðu, og allir limir í felagnum fara beint til arbeiðis aftur.

Les eisini: Pedagogarnir bjóða sær til at fara aftur til arbeiðis

Sí eisini: Myndir: Sum sild í tunnu uttanfyri løgtingið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder