Uttanlands

– Revsitiltøkini minna um krígsavbjóðing

Ukrainski forsetin, Volodmir Zelenskij hevur heitt á Nato-londini um at steingja loftrúmið yvir Ukraina, men gera tey tað, fer tað at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri allan heimin, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin

– Tey tiltøkini, sum eru sett í gildi, kunnu samanberast við einari krígsavbjóðing, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

– Tey tiltøkini, sum eru sett í gildi, kunnu samanberast við einari krígsavbjóðing, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2022-03-06 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Revsitiltøkini hjá vesturheiminum minna um eina krígsavbjóðing, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.

– Tey tiltøkini, sum eru sett í gildi, kunnu samanberast við einari krígsavbjóðing, men tíbetur er tað ikki komið hartil, sigur hann sambært Ritzau.

Hann ávarar eisini um, at onnur lond verða roknað sum partur av krígnum, um tey steingja loftrúmið yvir Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodmir Zelenskij hevur annars fleiri ferðir heitt á Nato-londini um at gera júst hetta, men tað hava tey ikki gjørt, tí tey stúra fyri, at tað kann gera støðuna verri.

Putin sigur eisini, at um at Nato-londini ganga umbønini hjá Zelenskij á møti, fer tað at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri Evropa og restina av heiminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder