Innanlands

- Rívið ein part av Karlamagnusarbreyt niður

Ein máti at bjarga Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, er at bróta nakrar av íbúðarblokkunum niður, heldur Albert Isfeld, arkitektur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-10-20 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu árini hevur nógv verið kjakast um Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Tað er tætt millum bygningarnar, og javnan hevur verið ferðsluruðulleiki. Albert Isfeld skeyt í Degi og viku í kvøld upp, at ríva ein part av íbúðarblokkunum niður.

- Eg síggi bara blokkar, eg síggi ongar plantur, síggi ikki ein krók, har tú kanst standa ella sita, og síggi slett einki trøð. Tá man gloymir tey essentiellu tingini sum fólk knýta seg at og standa upp ímóti, so verður tað ikki gott, segði Albert Isfeld.

Íbúðarblokkarnir liggja paralellir, so tað ikki er møguligt at finna lívd fyri vindi. Teir virka sum ein vindtunnil, tí vindurin verður styrktur, heldur Albert Isfeld.

[object Object]Albert Isfeld (Skíggjamynd: KVF)

- Alt kann bjargast, men tú fært tað ikki so gott sum tú skuldi, um tú hevði hugsað um tingini frá byrjan.

- Vindtunlarnir millum húsini mugu niðurbrótast. Ein máti er at ríva nakrar íbúðir niður, og uppá tann mátan fær nakrar krókar, nøkur støð, har tú kanst planta ella gera við, soleiðis at børn og vaksin trívast har. Tað er meiningin við einari íbúðarbygging, sigur Albert Isfeld.

Hann skjýtur upp, at kommunan skaffar teimum, sum búgva har eina nýggja íbúð onkra aðrastaðni.

Tórshanar kommuna legði í gjárkvøldið eina heildarætlan fram, har hugskot vóru um, hvussu økið skal skipast betri. Framløgan sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder