Uttanlands

– Russland fer at náa síni mál – gjøgnum samráðingar ella kríggj

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, tá franski forsetin, Emmanuel Macron tosaði í telefon við hann í gjár

Russiski forsetin, Vladimir Putin tosaði í gjár við franska forsetan, Emmanuel Macron í nærumt veir tímar (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin tosaði í gjár við franska forsetan, Emmanuel Macron í nærumt veir tímar (Mynd: EPA)

2022-03-07 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland ætlar at náa síni mál í Ukraina – annaðhvørt gjøgnum samráðingar ella kríggj, skal russiski forsetin, Vladimir Putin hava sagt við franska starvsbróðir sín, Emmanuel Macron í gjár, tá teir báðir tosaðu saman í telefon í nærum tveir tímar.

Sum skilst tyktiskt Putin øgiliga avgjørdur um, at hann skuldi náa síni mál, m.a. ein "avnasifisering" og "neutralisering" av Ukraina. Eisini krevur hann, at Krim-hálvoyggin, sum Russland hertók í 2014, skal verða viðurkend sum ein partur av Russlandi.

Onnur lond fordømdu tá hertøkuna av krim, og settu tey í verk revsitiltøk móti stýrinum hjá Putin.

Eitt annað ynski hjá Putin er, at landslutirnir Luhansk og Donetsk verða viðurkendir sum sjálvstøðug øki.

Macron heitti eisini á Putin um at syrgja fyri, at sivilfólk ikki koma í vanda, men russiski herurin hevur, sambært Putin, ikki verið nakar vandi fyri sivilfólk.

Hetta var fjórða telefonsamrøðan millum Putin og Macron, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, skrivar Ritzau.

Í morgun upplýsti russiska verjumálaráðið, sambært DR, at mann fór at gevast at skjóta eina løtu, so sivilfólk kunnu sleppa úr fleiri ukrainskum býum. Hetta var eftir áheitan frá Emmanuel Macron.

Hetta skuldi byrja klokkan sjey okkara tíð í býunum Kyiv, Kharkiv, Mariupol og Sumy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder