Innanlands

– Sandoyggin ov lítil at hava so nógvar sjálvstøðugar kommunur

Best hevði verið, um oyggin hevði eina felags kommunu, heldur borgarstjórin í Sands kommunu

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, heldur, at Sandoyggin stendur seg best við einari felags kommunu í staðin fyri tær fýra, sum eru í oynni í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, heldur, at Sandoyggin stendur seg best við einari felags kommunu í staðin fyri tær fýra, sum eru í oynni í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-26 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skal Sandoyggin mennast í kappingini við meginøkið, so má oyggin leggjast saman í eina felags kommunu. Tað heldur Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu.

– Ein felagskommuna hevði við skynsemi og við peningaligum neyvleika gjørt neyðugu íløgurnar á fleiri økjum.

– Ein felagskommuna hevði staðið sterk, íløgukarmurin hevði verið størri, útbyggingin av oynni hevði verið betur løgd til rættis. Tað hava allir íbúgvar í Sandoynni uppborið, skrivar hann í lesarabrævi.

Kommunurnar eru farnar at kappast um nýggju íbúgvararnar, og stór lendi verða løgd undir betong, bara fyri at nevndu íbúgvar ikki skulu seta búgv í grannakommununi. Tað ber ikki til, sigur hann.

Umframt Sands kommunu, eru í dag tríggjar aðrar kommunur í Sandoynni. Tær eru Skopunar kommuna, Skálavíkar kommuna, og Húsavíkar kommuna. Heri Sverrason sigur tó, at oyggin stendur seg best við eini felagskommunu – Sandoyar kommuna.

Les alt lesarabrævið hjá borgarstjóranum her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder