Uttanlands

– Sannlíkt at Finnland fer uppí Nato

Ann Linde, uttanríkismálaráðharri í Svøríki ivast ikki í, at Finnland fer uppí verjusamgonguna Nato

Svenski uttanríkismálaráðharrin, Ann Linde ivast ikki í, at Finnland fer uppí Nato (Mynd: EPA)

Svenski uttanríkismálaráðharrin, Ann Linde ivast ikki í, at Finnland fer uppí Nato (Mynd: EPA)

2022-05-02 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er lítið ivamál um, hvørt Finnland fer at søkja um Nato-limaskap ella ikki. Tað segði svenski uttanríkismálaráðharrin, Ann Linde í samrøðu við svenska sjónvarpið sunnudagin.

Russiska innrásin í Ukraina hevur fingið bæði Svøríki og Finnland at umhugsa at gerast partur av Nato, og skulu londini taka eina avgerð hesum viðvíkjandi ein av komandi vikunum.

– Vit vita meira ella minni, at tey fara at søkja um Nato-limaskap, og tað broytir alla javnvágina, segði svenski uttanríkismálaráðharrin sambært Reuters.

– Um eitt av okkara londum fer uppí, vita vit, at spenningurin økist, segði hon.

Fríggjadagin segði finski uttanríkismálaráðharrin, Pekka Haavisto at hann vónaði, at Svøríki og Finnland fóru at taka somu avgerðina samstundis.

Nakað tað sama segði svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, tá hon miðskeiðis í apríl fekk vitjan av finsku starvssystir sínari, Sanna Marin.

Hon segði, at londini mugu hava sína egnu tilgongd, men at tað er ein fyrimunur, um londini taka somu avgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder