Uttanlands

Sjúrður Skaale: Sendistova í Jerusalem krevur loysing frá Danmark

- Landsstýrið veit, at danska stjórnin ikki kann loyva landsstýrinum at spæla trygdarpolitiskt vandaspæl, so leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum

Sjúrður Skaale (Savnsmynd)

Sjúrður Skaale (Savnsmynd)

2019-11-15 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At Føroyar bróta frá restini av Europa, í staðin fylgja Trump, og alment viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael við at lata upp umboðsstovu har, verður sera dýrt. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í lesarabrævi.

- Ein slík provokatión móti kósini hjá flestu heimsins londum verður millum fremstu bumbumál, og skal verjast av nógvum vápnaðum fólki døgnið runt. Hóast verjan um sjálva sendistovuna verður stór, setir hetta trygdina hjá føroyingum í vanda.

Sambært Sjúrða Skaale hevur nýggja landsstýrið ikki lagt fram nakra búskaparliga, politiska ella diplomatiska grundgeving fyri at taka hetta stigið, tí grundgevingin er religiøs.

Í samrøðu við Politiken kemur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum eisini við grundgevingini, at kristindómurin hevur sterka umboðan í Føroyum, og at føroyingar elska Ísrael.

Les eisini: Jenis: Nú kann Mette Frederiksen prógva, at hon meinti tað

- Nøkur onnur europeisk lond hava diplomatiska umboðan í Jerusalem - men ambassadan er í Tel Aviv fyri tað. Tað er ikki ein fráboðan um, at Jerusalem er høvuðsstaður. Men Føroyar skulu brúka nógva tíð, orku og skattapengar til eina víðgongda politiska markering, hvørs grundgeving er religiøs.

Sjúrður Skaale vísir á, at Føroyar hava rúm til at føra egna kós á týðandi økjum, eitt nú selja Føroyar mat til Russlands og samstarva tætt við Huawei, men vilja Føroyar hava eina sendistovu í Jerusalem, mugu tær loysa frá Danmark fyrst.

- Landsstýrið veit, at danska stjórnin ikki kann loyva landsstýrinum at spæla trygdarpolitiskt vandaspæl, so leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum. Tað setir jú eisini danir í vanda. Vit kunnu gott bróta frá restini av Europa í hesum spurningi - men so mugu vit loysa frá Danmark fyrst.

Og við Sambandsflokkinum á odda verður eingin loysing, og er tað tí ikki sannlíkt, at ein føroysk sendistova kemur í Jerusalem, sigur fólkatingsmaðurin.

- Er eingin vaksin til staðar í Tinganesi? Hvussu leingi fer Sambandsflokkurin at lata hetta spælið ganga? spyr hann at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder