Tað er sera sannlíkt, at Finnland fer uppí verjusamgonguna Nato, sigur finski ráðharrin í evropamálum, Tytti Tuppurainen, sambært DR.
– Tað tykist sum, at finska fólkið longu hevur tikið avgerð, og ein stórur meiriluti vil hava, at Finnland gerst partur av Nato.
– Men sjálvandi skal meira til, Vit eru eitt parlamentariskt fólkaræði, so vit noyðast at umrøða málið í tinginum. Í løtuni meti eg tað vera sera sannlíkt, men avgerðin skal fyrst takast.
Í vikuni segði finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, at ein avgerð um Nato-limaskap verður tikin ein av komandi vikunum.
Svøríki skal eisini taka avgerð um Nato-limaskap, og á tíðindafundi í Svøríki segði Sanna Marin, at londini skulu taka hvør sína avgerð, men at tað er ein fyrimunur, um londini velja somu kós.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald