Innanlands

– Seyðurin skal av landsvegunum

Málið varð tikið upp á Ungdómstinginum í vikuni, og nú hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi sett Jørgen Niclasen fyrispurning um evnið

(Savnsmynd: Landsverk)

(Savnsmynd: Landsverk)

2022-02-13 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, skal nú greiða frá, hvussu nógvur seyður verður yvirkoyrdur á hvørjum ári, og hvussu nógv ferðsluóhapp henda orsakað av seyði, sum er á landsvegunum.

Tað er Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett fyrispurningin.

Hon vísur á, at seyður er til ampa fyri ferðsluna, umframt at seyðurin eigur at verða tryggjaður ímóti at verða yvirkoyrdur. Hon hevur eisini spurt landsstýrismannin, hvør metti kostnaðurin er, fyri at fara undir at stika við landsvegir, har tað ikki longu er gjørt fyri at forða fyri, at seyðurin ikki sleppur út á vegirnar.

Tá ungdómsting var fyrst í vikuni varð eitt av uppskotunum, sum varð lagt fram eisini um at tryggja landsvegirnar ímóti seyði, og hetta heldur tingkvinnan vera eitt áhugavert uppskot.

Talan var um eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram neyðug lógaruppskot at tryggja landsvegirnar ímóti seyði.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur m.a. soleiðis:

– Uppskotsstillararnir mæla til, at landið setir pening av, sum skal brúkast til stik fram við vegunum. Vit meta ikki, at hetta er ein útreiðsla, sum bóndin einsamallur eigur at bera, tí tað eru landsins myndugleikar, sum hava avgjørt, at vegurin skal ganga gjøgnum hansara haga. Hetta er kostnaðarmikið, tí nógvir vegir eru í Føroyum, men verður peningur settur av yvir eitt fimm ára tíðarskeið, meta vit, at landið eigur at finna peningin. Vit mæla til, at fyrstu vegirnir, sum verða tryggjaðir, eru vegirnir við flest óhappum og mestu ferðslu. Í hesum sambandi verður helst neyðugt við eini verklagslóg.

Tað vóru Luna Klein Joensen og Naomi Á. Jøkladal úr 8. flokki í Runavíkar kommunuskúla, sum áttu uppskotið. Uppskotið varð samtykt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder