
Í gjárkvøldið klokkan hálvgun ellivu fekk løgreglan eina fráboðan frá fólki, sum hevði sæð trý ljós frá lummalyktum í fjøllunum tætt við Oyndarfjørð.
Løgreglan sendi tí fólk á staðið at kanna, um alt var í lagi, og tað var tað. Talan var ikki um fólk, sum vóru vilst í fjøllunum men um fólk, sum voru farin at taka náttúrumyndir.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at onkur ringir til løgregluna at boða frá, tí tey halda fólk vera komin í neyð í fjøllunum, hóast alt vísir seg at vera í lagi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan vil tí heita á fólk, sum ætla sær í fjøllini í myrkrinum, um at boða teimum frá. Á tann hátt er løgreglan kunnað frammanundan, um onkur ringir til teirra, tí tey óttast, at onkur er komin illa fyri í fjøllunum, og so ber eisini til hjá løgregluni at koma í samband við tey, og slepst undan at seta størri kanningararbeiði í verk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald