Leiðarin av republikanska meirilutanum í Senatinum, Mitch McConnell sigur, at valdsskiftið verður friðarligt, um Joe Biden vinnur forsetavalið, sum alt bendir á í løtuni.
– Vit hava havt friðarligt valdsskifti síðan 1792. Fjórða hvørt ár hava vit skifti yvir til nýggja umsiting, sigur hann sambært BBC, tá hann verður spurdur um málið.
Mitch McConnell er sjálvur afturvaldur til Senatið, har hann umboðar statin Kentucky. Har hevur hann í skrivandi stund fingið 57,8 prosent av atkvøðunum, nú 99 prosent eru taldar upp. Demokratiski avbjóðarin, Amy McGrath, hevur bert 38,2 prosent.
Sitandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum í løtuni er nakað aftanfyri Joe Biden, hevur áður ikki viljað sagt, um valdsskiftið fór at ganga friðarligt fyri seg, men síðani hevur hann sagt, at hann tekur undir við einum friðarligum valdsskifti.
Síðan valdagin 3. november hevur Trump fleiri ferðir lagt demokratar undir at fremja valsvik, tó uttan at vísa prógv fyri hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald