Uttanlands

– Skal Trump sleppa aftur á Twitter?

Nýggi eigarin av Twitter, Elon Musk hevur stovnað eina atkvøðugreiðslu, har fólk kunnu atkvøða um, hvørt fyrrverandi amerikanski forsetin skal sleppa aftur á sosiala miðilin, og higartil hevur ein lítil meiriluti av 10,2 mió. brúkarum atkvøtt fyri

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump varð útihýstur av Twitter og Facebook í januar 2021 (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump varð útihýstur av Twitter og Facebook í januar 2021 (Mynd: EPA)

2022-11-19 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri nærum tveimum ár síðani, varð fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump útihýstur av m.a. Twitter í kjalarvørrinum á álopinum á kongressina 6. januar 2021, og hann sleppur framvegis ikki á Twitter.

Elon Musk, nýggi eigarin og stjórin av Twitter hevur áður sagt, at hann helt tað vera eitt mistak at banna Trump frá sosiala miðlinum, men enn hevur hann ikki tikið avgerð um, hvørt hann skal loyva fyrrverandi amerikanska forsetanum inn aftur á Twitter.

Men í nátt gjørdi Musk eina atkvøðugreiðslu á sínum Twitter-vanga, har brúkarar kunnu atkvøða um, hvørt teir halda Trump eigur at sleppa aftur á Twitter.

Í skrivandi stund hava 10,2 milliónir fólk atkvøtt, og 52,3 prosent halda, at Trump skal sleppa aftur á Twitter, meðan 47,7 prosent siga seg vera ímóti.

Eftir at Trump varð útihýstur av bæði Twitter og Facebook stovnaði hann sín egna sosiala miðil, Truth Social. Tá hann í samrøðu við Fox News síðst í oktober mánað varð spurdur, um hann fór aftur til Twitter, um hann fekk møguleikan, svaraði hann, at tað ikki var nakað, hann ætlaði sær, hóast honum dámdi væl Elon Musk.

– Eg verði verandi á Truth. Mær dámar betur tann mátan, hann riggar, segði hann.

Sleppur ikki aftur á Facebook enn

Umframt Facebook og Twitter, varð Trump eisini útihýstur av Snapchat, og av Instagram, sum eins og Facebook, er ogn hjá Meta. Trump sleppur heldur ikki longur at leggja sjónbond út á YouTube.

Sambært CBS News hava hvørki Facebook ella YouTube ætlanir um at loyva honum aftur á teirra pall, heldur ikki nú hann alment hevur boðað frá, at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið í 2024.

Men Facebook fer í januar at endurskoða bannið, tí tað var ætlanin frá byrjan, at avgerðin skuldi endurskoðast aftaná tvey ár.

Les eisini: – Eg vil tryggja, at Biden ikki fær fýra ár afturat

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder