Mánadagin, 20. januar leggur Útlendingastovan heimasíðuna integration.fo fram. Hetta er ein nýggj heimasíða, hvørs endamál er at savna saman, skapa og luta føroyska vitan og tilfeingi um integratión.
Integratión er eitt evni, ið hevur fylt meira og meira seinastu árini í Føroyum. Tilflytingin er vaksandi, og tað er vorðið alsamt meira greitt, at har manglar kunning og tilfar, eins og tað mangla loysnir á økinum.
Eitt av endamálinum við nýggju heimasíðuni er at veita yvirlit yvir tær integratiónsverkætlanir, sum eru kring landið. Hon vendir sær serliga til fakfólk, ið arbeiða við integratión á ein ella annan hátt.
- Leitar tú á netinum eftir upplýsingum ella tilfari um integratión, er tað ofta so, at úrslitini av leitingini ikki eru viðkomandi ella nýtilig í føroyskum samanhangi. Integration.fo skal veita lesarum føroyska vitan og royndir innan evnið, sum passa í ein føroyskan samanhang, sigur David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni.
Integratión hevur leingi fylt nógv í londum kring okkum og kring heimin, og tað er nógv tilfar sum er at finna um integratión í ymiskum samfeløgum. Tað er tó lítið til á føroyskum, og hetta hevur verið ein trupulleiki; millum annað tí at Føroyar á ymiskan hátt er eitt sertakt samfelag, og tí hevur avbjóðingin hjá fakfólki og øðrum verið at tillaga ella avmarka viðmælini, so tey passa til føroyskan samanhang. Her fer heimasíðan eftir ætlan at gera hetta munandi lættari
Savna verkætlanir
- Eg hoyri ofta fólk siga eina avbjóðing vera, at tey ikki vita, hvat onnur kring landið arbeiða við, og at tað er ørkymlandi, tá tey seinni leggja til merkis, at tey hava arbeitt við júst tí sama. Eitt av endamálunm við hesi heimasíðuni er, at tað gerst lættari fyri fakfólk at fáa samband við hvønn annan og samstarva um verkætlanir, sum tey arbeiða við ella birta upp undir nýggjar verkætlanir, leggur David Im aftrat.
Kommunur og aðrir stovnar kring landið hava ymiskt integratiónsátøk, og tær størstu kommurnar, Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava orðaðn integratiónspolitikki. Ymiskar verkætlanir eru eisini gjørdar, og á integration.fo kunnu brúkarar skráseta integratiónsverkætlanir á heimasíðuni, og eftir at tær eru góðkendar, verða tær lagdar á heimasíðuna til taks fyri almenningin. Einasta krav er, at verkætlanin hevur ein integratiónsvinkul. Tað kann til dømis vera næmingar, sum hava gjørt skúlaverkætlan um integratión, ein framleiðsla ella eitt skeið. Hetta tilfar verður so tøkt sum leistur fyri onnur kring landið, sum tey kunnu brúka og eisini tillaga.
Almenn móttøka 20. januar
Almenn móttøka verður mánadagin 20. januar kl. 13.00 í Norðustovu í Norðurlandahúsinum við luttøku av landsstýrismanninum, har greitt verður frá heimasíðuni.
Á móttøkuni fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í integratiónsmálum, at bjóða vælkomin. Helena Dam Á Neystabø, verkætlanarleiðari í Mentamálaráðnum, fer leggur fram námsætlanina fyri nýggju undirvísingina í føroyskum fyri tilflytarar, og Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur í Reyða Krossi Føroya fer eisini at hava eina framløgu um arbeiðið hjá Reyða Krossi við integratión, millum annað eina nýggja verkætlan, sum hevur heitið “familjuvinir”.
Heimasíðan integration.fo verður tøk fyri almenninginum mánadagin, eftir at móttøkan hevur verið.
Skráin
13.00 – Byrja
13.05 – Landsstýrismaðurin, Helgi Abrahmasen bjóða vælkomin
13.15 – David Im, integratiónssamskipari, vísir og greiða frá heimasíðuna
13.30 – Helena Dam Á Neystabø, verkætlanarleiðari, leggur fram námsætlanina fyri nýggju undirvísingina í føroyskum fyri tilflytarar
13.45 – Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur í Reyða Krossi Føroyar, leggur fram um nýggju integratiónsætlan teirra, sum hevur heitið “familjuvinir”
13.45 – Spurningar, viðmerking
14.00 - Liðugt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald