Arbeitt hevur verið við at endurskoða skipanina við royndum og landsroyndum í fólkaskúlanum, men skipanin verður ikki broytt í hesum skúlaárinum.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sum vísir á, at lógarbroyting krevst fyri at broyta landsroyndirnar, og eisini skulu skúlarnir kenna broytingarnar í góðari tíð.
– Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í Løgtinginum beint eftir ársskiftið. Tað er við støði í áliti, sum er skrivað um møguligar broytingar í fólkaskúlalógini, sum var handað í mai í ár.
Við grundarlagi í hesum verða eftir ætlan fleiri broytingar gjørdar í fólkaskúlalógini, men tað er ikki vist, at endurskoðan av royndunum verður partur av hesum, sigur hann í samrøðu við Skúlablaðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald