2024-06-23 11:12
Bretar fara ikki aftur í ES, hóast teir skuldu fingið eina Labour-stjórn eftir valið 4. juli.
Tað sigur formaðurin í andstøðuflokkinum Labour, Keir Starmer sambært The Guardian.
Labour, sum sambært veljarakanningum stendur til at vinna valið, var annars ímóti brexit - at fara úr ES - tá fólkaatkvøða var um hetta í 2016.
Orsøkin til, at flokkurin ikki ætlar sær aftur í ES er politiski ófriðurin sum var í árunum eftir fólkaatkvøðuna, og bretar hava ikki tørv á meira ófriði, sigur Starmer.
– Vit fara ikki aftur í ES, sigur hann.
– Tað er ikki ætlanin. Tað hevur tað ongantíð verið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald