USA eigur at fáa Russland og Ukraina at samráðast og fáa ein enda á krígnum. Tað sigur fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump.
– Tað kann gerast. Nú er rætta tíðin at gera tað, sigur hann við Reuters.
– Eg vil hava, at fólk skulu steðga við at doyggja í hesum láturliga krígnum.
Trump vil ikki útiloka, at Ukraina kann verða noytt at yvirgeva onkur landaøki til Russland fyri at fáa ein enda á krígnum, sum byrjaði í februar í fjør. Um hann enn var forseti hevði borið til at samráðast um alt, men Ukraina eigur at sleppa at varðveita nógv av tí, tey hava tikið aftur, sigur hann.
– Eg haldi, tey hava rætt til at varðveita nógv av tí, sum tey hava vunnið, og eg haldi, at Russland eisini kann vera samd í hesum. Vit hava brúk fyri tí rætta meklaranum, og tað hava vit ikki beint nú, sigur Trump.
Altjóða revsidómstólurin í Haag (ICC) gav í mars boð um, at russiski forsetin, Vladimir Putin skuldi handtakast fyri krígsbrotsverk í Ukraina, men sambært Trump eigur málið um Putin at verða tikið upp, tá kríggið er av.
– Tí beint nú, um tú nevnir hetta, fert tú ongantíð at fáa frið, tú fert ongantíð at fáa eina semju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald