- Hetta er tíggjundu ferð, at eg havi verið við til at velja løgmann. Eg havi ikki atkvøtt ímóti fyrr, men hesaferð gjørdi eg tað.
Henrik Old er ikki fegin um tað politiska spælið, sum fór fram í gjár, og tað er orsøkin til, at hann trýsti á reyða knøttin saman við flestu tjóðveldistinglimunum, tá atkvøtt varð um løgmann fyri løtu síðani.
- Eg kann ikki góðtaka, at Bárður á Steig Nielsen leyg fyri løgtingsformanninum í gjár. Eg kann heldur ikki góðtaka, at Bárður á Steig Nielsen brúkti Javnaðarflokkin sum jarnbrot fyri at fáa samgonguflokkarnar upp á pláss. Slíkum manni havi eg onki álit á, segði Henrik Old.
Tá atkvøtt var um løgmann, vóru 18 atkvøður fyri, fimm ímóti og fimm vóru blankar.
Umframt teir 17 samgongutinglimirnar, atkvøddi Kristin Michelsen úr Sjálvstýri eisini fyri. Framsókn og Javnaðarflokkurin, Henrik Old undantikin, atkvøddu blankt.
Fýra av teimum seks tinglimunum hjá Tjóðveldi atkvøddu ímóti. Bjørt Samuelsen og Kristina Háfoss atkvøddu blankt.
Áðrenn løgmansvalið, var val av formansskapi. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, varð valdur til formann. Johan Dahl, Sambandsflokkurin, verður fyrsti næstformaður, Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, annar og Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, er triðja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald