Handfaringin hjá amerikanska forsetanum Joe Biden av afturtøkuni av amerikonskum hermonnum í Afghanistan er "størsta uttanríkispolitiska eyðmýkingin í søguni hjá USA". Tað heldur fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump.
Á valfundi hjá republikanska flokkinum í amerikanska statinum Alabama leygarkvøldið, fanst fyrrverandi forsetin at núverandi forsetanum.
– Miseydnaða afturtøkan úr Afghanistan er kanska mest skelkandi dømið um ódugnaskap hjá einum heimsleiðara nakrantíð, segði Trump sambært Ritzau.
Meðan USA hevur tikið hermenn úr Afghanistan, aftaná 20 ár, er Taliban-rørslan gingin fram í Afghanistan, og fyri einari viku síðani yvirtók Taliban valdið í landinum.
Joe Biden hevur koldømt gerðirnar hjá Taliban, og vil hann vera við, at hann yvirtók eina vánaliga avtalu um afturtøku frá umsitingini hjá Trump, sum hevði havt samráðingar við Taliban. Men Trump finnst hinvegin at Biden fyri ikki at fylgja hansara ætlan.
Eisini segði Trump, at Taliban hevði virðing fyri honum (Trump, red.), og hevði tað ikki eydnast Taliban at taka valdið aftur so skjótt, um hann framvegis var forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald