Mentan

– Sólskinssøgan um Ítróttaháskúlan kann nú blíva enn størri

Er ætlanin at játta 3 mió. kr. í íløgupeningi til Ítróttaháskúlan, soleiðis at skúlin fær nøktandi hølisumstøður, og møguleika at taka fleiri næmingar inn? Um ja, nær er ætlanin at játta peningin? Er samskifti millum uttanríkis- og mentamálaráðið og Ítróttaháskúlan um nýggja skúlabygningin? spyr Sirið Stenberg Jenis av Rana

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Mynd: Tjóðveldi)

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Mynd: Tjóðveldi)

2020-09-02 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ítróttaháskúlin hevur frá fyrsta degi verið ein sólskinssøga. Til skúlaskeiðið á vári 2021 verður næmingaheim tøkt umframt nokk av umsøkjarum. Men avbjóðingin tá verður skúlahølini, sigur Sirið Stenberg, sum hevur sett mentamálaráðharranum skrivligan fyrispurning, um ætlanin er at játta neyðuga peningin til hølisumstøðurnar.

– Nógvir ungdómar bæði úr Føroyum og úr útlondum hava luttikið á skúlaskeiðunum, og ein røð av mennandi og spennandi størvum eru skapt. Umframt góðu upplivingarnar, næmingarnar fáa, kemur jaliga ávirkanin, skúlin hevur á nærumhvørvið, sigur Sirið Stenberg í viðmerking.

Frá fyrsta degi hevur ítróttaháskúlin ment seg við ferð. Ítróttaháskúlin hevur verið fullettur øll skeiðini síðani várskeiðið 2017. Men økt næmingatal setur eisini krøv til betri høliskarmar til undirvísing, vísir tingkvinnan hjá Tjóðveldi á.

Nú næmingaheimið er við at vera klárt er tíðin búgvin til at fara í gongd við verkætlanina um at byggja/umbyggja hóskandi skúlahølir til virksemið. Sum er hevur skúlin ikki egin hølir, men húsast í Stóra Pakkhúsi.
Sum skilst er lagt upp til, at Ítróttaháskúlin somuleiðis skal útvega 3 mió. kr. til skúlabygningin. Mín fatan er, at hesin partur av ætlanini er klárur, siur Sirið Steberg.

Fyrispurningurin hjá Sirið Stenberg er soljóðandi:

1. Er ætlanin at játta 3 mió. kr. í íløgupeningi til Ítróttaháskúlan, soleiðis at skúlin fær nøktandi hølisumstøður, og møguleika at taka fleiri næmingar inn?

2. Um ja, nær er ætlanin at játta peningin?

3. Er samskifti millum uttanríkis- og mentamálaráðið og Ítróttaháskúlan um nýggja
skúlabygningin?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder