
- Støðan er við at verða álvarsom. Smittutrýstið er alt ov høgt - gongdin má vendast
Hetta vóru nøkur av tingunum, ið Bárður á Steig Nielsen segði heilt í byrjanini av tíðindafundinum, sum fyri løtu síðami var av.
Talan var um fyrsta koronutíðindafundin í langa tíð, men talan var ikki um ein tíðindafund, har komið var við nakra serliga nýggja kunning. Tað tyktiskt meira at vera eitt "torg" - ein møguleiki at koma við beinleiðis boðum og áheitanum til Føroya fólk.
Løgmaður nevndi nevnliga Føroya fólk meira enn einaferð, og hann kom við einari staðiligari áheitan um at standa saman, at halda tey nýggju tilmælini, og at halda teir "góðu vanarnar" í mun til at støgða smittuspjaðing - frástøðu og hondreinføri - sum hann hevur
- Eg veit, at tað er troyttandi, at vit aftur koma við fleiri og strangari tilmælum, men við koronu, so broytist støðan allatíðina
(Mynd: Sverri Egholm)
Løgmaður kom inná, at Sjúkrahúsverkið og stovnar hjá Almannaverkinum eru raktir av smittu, og at hetta vísur, hvussu álvarsom støðan er og kann verða, og at tað er neyðugt, at vit fáa smittutrýstið niður, og at øll taka ábyrgd. Hann heitti eisini á tey, sum ikki eru koppsett, um at lata seg gera tað, tí tað er umráðandi at fáa talið av koppsettum upp - nakað sum landslæknin eisini var inni á. Uppá spurningar viðvíkjandi støðuni hjá ókeptssetta landstýrismanninum gjørdi Bárður á Steig Nielsen tó enn einferð greitt, at eingin skal noyðast til tað
Eitt, sum var nýtt, var, at løgmaður avdúkaði, at tað er ein vaksandi ágangur móti starvsfólkum í heilsuverkinum, ið arbeiða við korona. Hetta kann als ikki góðtakast, og tað skal steðgast, segði hann millum annað.
Les eisini: Starvsfólk í heilsuverkinum eru javnan fyri ágangi
Bárður á Steig Nielsen hevur verið fyri atfinningum seinastu tíðina fyri - saman við landstýrinum - at millum annað ikki at reagera nóg skjótt og greitt uppá vaksandi smittutøl, fyri ikki at hava eina nóg útgreinaða ætlan og fyri at ikki tilmæli hjá Farsóttarnevndini um nýta koppsetingarpass í Føroyum til eftirtektar.
- Tað er eingini ivi um, at málið er at leiða Føroyar og fólkini so væl út úr kreppuni sum gjørligt - uppá allar mátar. Tað hevur verið ein greið støða allatíðina, at vit ikki gera mun á fólki (um tey eru koppsett ella ikki. red) - at vit ikki býta fólk í "A og B-menniskju", og tað standa vit fast við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald