Uttanlands

– Hetta er størsta heilsukreppan í Kina

Coronafarsóttin er størsta heilsukreppan í Kina, síðan tjóðin varð stovnað í 1949, sigur landsins forseti, Xi Jinping

Kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: EPA)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: EPA)

2020-02-23 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coronafarsóttin er størsta heilsukreppan í Kina, síðan tjóðin varð stovnað í 1949.

Tað sigur kinesiski forsetin, Xi Jinping í dag við kinesiska CCTV, sambært Ritzau.

Sambært kinsiska forsetanum, fer hetta at gera stóran skaða á kinesiska búskapin og kinesiska samfelagið.

Coronavirusið, ella covid-19, sum tað nú verður rópt, hevur sín uppruna í býnum Wuhan í kinesiska landspartinum Hubei. Fyrsti tilburðurin varð staðfestur í desember í fjør.

Sum nú er, eru gott 79.000 tilburðir av virusinum skrásettir um allan heimin. Gott 77.000 av hesum eru skrásettir í Kina.

Higartil hevur virusið kravt 2.468 mannalív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder