Amerikanski forsetin, Donald Trump kallar gøluna um ukrainska forsetan fyri størsta svikabragdið í søguni.
- Tað, sum hendir beint nú er størsta svikabragdi í søguni hjá amerikonskum politikki, sigur Trump í einum sjónbandi á Twitter.
Hann heldur uppá, at demokratar "ynskja at taka alt", og her nevnir hann m.a. vápn, heilsutrygd og frælsi.
- Tað er sera einfalt. Tey (demokratarnir, red.) royna at steðga mær, tí eg stríðist fyri tykkum - og tað vil eg ongantíð lata tey, sigur Trump sambært Politiken.
Týsdagin boðaði demokratiska forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, frá, at Kongressin nú er byrjað við tilgongdini, sum skal stilla Trump fyri ein ríkisrætt.
Nancy Pelosi sigur m.a., at Trump hevur svikið sítt embætislyfti og svikið trygdina hjá amerikonsku tjóðini.
Trump er ákærdur fyri at royna at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann at finna tyngjandi upplýsingar um Joe Biden og son hansara, Hunter Biden.
Joe Biden er í løtuni favorittur at gerast forsetavalevni hjá demokratunum til forsetavalið næsta ár.
Hvítu Húsini hava almannakunngjørt eitt úrskrift av einari telefonsamrøðu millum Trump og ukrainska forsetan, Volodimir Zelenskilj, 25. juli.
Her biðjur amerikanski forsetin um, at gerðirnar hjá Biden-familjuni í Ukraina verða kannaðar.
Í 2014 bleiv Hunter Biden nevndarlimur í einum ukrainskum orkufelagi. Tað felagið er í løtuni í einum skattamáli, men ongar upplýsingar eru um, at Hunter Biden skuldi havt nakað við málið at gera.
Málið um Ukraina kom fram, tá amerikanska løgmálaráðið í síðstu viku varð ákært fyri ikki at hava víðarigivið upplýsingar frá einum varskógvara um sambandið millum Trump og ein útlendskan leiðara.
Les eisini: 300 fyrrverandi amerikonsk trygdarfólk finnast at Trump
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald