
Frá 2009 til 2014 gav maðurin ov lítið upp í skatti. Millum annað fjaldi hann
422.000 krónur fyri skattamynduleikunum í 2011. Fyri hetta er hann í Føroya Rætti dømdur at gjalda beint yvir eina millión í bót. Umframt hetta fekk maðurin treytaða fongsulsrevsing í níggju mánaðir. Hetta skrivar Kringvarpið.
Tann ákærdi, og nú dømdi, játtaði seg sekan og hevur goldið skattin, ið hann skyldaði. Nú manglar hann at gjalda tað, sum hann svikaðu fyri, og tað eru 1,2 milliónir.
Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur við Kringvarpið at hetta var eitt óvanliga stórt sakarmál, ið TAKS noyddist at lata løgregluni. Sambært Eyðun Mørkøre er hetta størsti dómur av sínum slag. Taks hevur samstarvað við útlendskar skattamyndurleikar í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald