Innanlands

- Strandferðslan má loysast frá fíggjarlógini

Arbeiðsbólkur mælir til at skipa Strandferðsluna í sjálvstøðugan stovn ella alment partafelag. Tørvurin hjá brúkarunum má setast í hásætið

Rúni V. Poulsen, formaður í arbeiðsbólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Rúni V. Poulsen, formaður í arbeiðsbólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-08 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast undran yvir at Strandfaraskip Landsins virka so væl, sum tey gera við núverandi avgamla skipaflota, so var tað tó ein hvassur kritikkur av núverandi strandferðslu, sum var á skránni, tá ein nýggj ætlan um Strandferðsluna varð løgd fram í Tinganesi fyrrapartin.

Tað var undanfarni landsstýrismaður við samferðslumálum, Jørgen Niclasen, sum á sumri 2021 tók stig til at seta ein arbeiðsbólk at greina virksemið hjá SSL.

Formaður í arbeiðsbólkinum hevur verið Rúni V. Poulsen, fyrrverandi stjóri í Smyril Line. Og hann var rættiliga bersøgin, tá hann legði frágreiðingina alment fram fyrrapartin.

Tað er ikki starvsfólkini, sum fingu ábreiðslurnar. Tað var skipanin.

[object Object]

Loysast frá játtanarskipan

Fremsta niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, nærmast fyri at bjarga Strandferðsluni, er, at loysa henni frá núverandi játtanarskipan, sum er galdandi fyri almennar stovnar.

- Tað, at Strandferðslan ikki kann hava avlop ella hall á roknskapinum, men hvørt ár skal enda á null ber ikki til. Í fyrstu atløgu tí at tað tekur alt ov nógv orku frá leiðsluni at skipa so fyri, at roknskapurin endar á null, segði Rúni V. Poulsen millum annað.

Henda skipan forðar fyri, at Strandferðslan kann gera langtíðarætlanir. Tað gongur út yvir raksturin og eitt nú viðlíkahaldi av skipunum, tá stovnurin á hvørjum ári er so bundin at játtani, sum kemur á fíggjarlógina.

Men arbeiðsbólkurin vísir eisini á tørvin at loysa strandferðsluna frá politisku skipanini. Eitt er, at stovnurin skal seta hópin av arbeiðsorku av, bara fyri at svara fyrispurningum frá politisku skipanini – tað hava verið 70 fyrispurningar um Strandferðsluna á tingi seinastu árini.

Virkar ikki optimalt

Men eisini fyri at tryggja, at virksemið hjá stovninum verður rikið eftir eini ætlan, sum gevur meining. Tosað verður at gera ein tænastusáttmála, har politiski ynskini um samferðslu verða skipað í hóskandi fastar karmar.

Arbeiðsbólkurin vísir á, at meirútreiðslurnar hjá Strandferðsluni er vaksin við 50 milliónum krónum bara hesi seinastu árini. Orsøkin til hetta skal eitt nú finnast í fíggjarnevndarviðgerðini, har løgtingspolitikarar hava lagt ein túr afturat her og ein annan har. Tá samanumkemur elvir hetta til stórar meirútreiðslur, sum ikki geva meining í mun til tænastuna, sum verður veitt.

Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt busstænastuna hjá Bygdaleiðum nágreiniliga í frágreiðingini, men staðfestir bara turrisliga við hagtølum, at bussarnir koyra skralltómir fyri tað mesta, og tað kann ikki vera meiningin við eini slíkari tænastu.

[object Object]

Viðvíkjandi oyggjaleiðunum mælir arbeiðsbólkurin í fyrsta lagi til, at hugtakið ‘flutningsskylda’ verður nágreinað, so at greidleiki kemur yvir, hvør er umfatandi av hesi skyldu, hvat hon skal umfata og fyri hvussu nógv.

Pendala við lættleika

Arbeiðsbólkurin tekur undir við Útoyggjafelagnum, sum hevur eitt einfalt ynski um at kunna ‘pendla við lættleika’ – tað vil siga at kunna koma til og av oynni um morgunin, á middegi og eftir arbeiðstíð.

Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at prísurin fyri at brúka skipini skal vera atferðarstýrdur, soleiðis at pendlarar fáa ein bíligari prís, og at ferðafólk, sum bert brúna farleiðina hendingaferð – føroyingar eins væl  og útlendingar – rinda ein hægri prís.

Arbeiðsbólkurin sær heldur onga meining í, at Strandferðslan skal tryggja vinnuni bíligan farmaflutning. Vinnan eigur at rinda tað, sum tað kostar. Um tað almenna vil stuðla vinnuni at flyta vøruna, so eigur tað at gerast umvegis eina aðra skipan, heldur arbeiðsbólkurin.

Stovnur ella alment partafelag

Endiliga mælir arbeiðsbólkurin til, at Strandferðslan verður løgd í eina sjálvstøðuga eind við egnum búskapi. Um tað verður eum ein almennur stovnur ella eitt alment partafelag, tekur arbeiðsbólkurin ikki støðu til.

- Men spyrja tit meg, so haldi er at besta loysnin er eitt alment partafelag. Føroya Tele kann brúkast sum fyrimynd, segði Rúni V. Poulsen undir framløguni.

Hann vísti á, at tað bara er í Føroyum, at strandferðslan er ein almennur stovnur. Alla aðra staðni verður henda tænasta rikin í partafelag. DSB í Danmark er eitt undantak, tó at DSB verður rikið eins og var tað eitt partafelag, vísir arbeiðsbólkurin á.

Les frágreiðingina her   

Í arbeiðsbólkinum hava sitið Rúni V. Poulsen, formaður, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog og Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Durita Tausen varð eisini vald í bólkin, men tók seg úr arbeiðinum áðrenn frágreiðingin var heilt liðug.

Skrivarar hava verið Djóni Højgaard og Eli Christiansen, fulltrúar í Fíggjarmálaráðnum.

Arbeiðsbólkurin hevur lagt frágreiðingina fyri leiðsluna hjá Strandferðsluna, sum tekur undir við niðurstøðunum.

Politikararnir vórðu kunnaðir um frágeiðingina í gjár.

Sverri Egholm tók myndirnar:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder