Innanlands

– Stytt arbeiðsvikuna beinanvegin

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar siga seg gleðast um, at løgmaður vil innføra ein heilsu- og røktarfrádrátt fyri at loysa starvsfólkatrotið á økinum, men heldur átti hann at stytt arbeiðsvikuna niður í 32 tímar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-13 10:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í gjár skeyt Bárður á Steig Nielsen, løgmaður upp í formansrøðu sínari, at mann innførir ein heilsu- og røktarfrádrátt fyri at loysa starvsfólkatrotið á heilsu- og røktarøkinum.

– Hesin frádrátturin skal geva starvsfólkunum innan geiran ta virðing, tey hava uppiborið, og eggja teimum, at halda áfram at starvast innan økið, umframt at nýggir starvsfelagir leggjast afturat, segði hann.

Les eisini: Løgmaður vil innføra heilsu- og røktarfrádrátt

Í gjár hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eisini aðalfund á Hotel Føroyum, har omanfyri 300 sjúkrarøktarfrøðingar luttóku.

Í yvirlýsing frá fundinum siga sjúkrarøktarfrøðingarnir seg gleðast um útsøgnina hjá løgmanni. Felagið sigur seg tó hava eina lættari loysn uppá trupulleikan: At stytta arbeiðsvikurnar úr 40 niður í 32 tímar.

Í yvirlýsingini skrivar felagið m.a.:

– 40 tímar arbeiðsvika í trískiftisvaktum letur seg ikki gera. Sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið verður brotin hvønn dag. Eisini verður ásetingin um hvílitíð í arbeiðsumhvørvislógini brotin. So, um løgmaður stendur við síni orð um at seta tiltøk í verk fyri at bøta um starvsfólkatrotið í heilsu- og røktarøkinum, so er hetta ein givin fongur á røttu kós.

– So, góði løgmaður, ikki meira roks, stytt arbeiðsvikuna niður í 32 tímar beinanvegin!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder