Innanlands

– Sum eg eri fegin um at Javni kom

Javni er kanska tað besta dømið um, hvussu stóran týdning rørslur og áhugafelagsskapir hava í einum samfelag, og hevur felagið fingið nógv burturúr seinastu 50 árini, segði løgmaður í røðu sínari á hátíðarhaldinum hjá Javna

– Hetta er ein góður dagur. Ein hátíðardagur. Bæði tí, at Javni fyllir 50 ár - og tí vit í dag fáa høvi at feira øll tey nógvu málini, sum Javni hevur arbeitt fyri og fingið ígjøgnum - og sum hava gjørt Føroyar betri, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í røðu sínari leygardagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

– Hetta er ein góður dagur. Ein hátíðardagur. Bæði tí, at Javni fyllir 50 ár - og tí vit í dag fáa høvi at feira øll tey nógvu málini, sum Javni hevur arbeitt fyri og fingið ígjøgnum - og sum hava gjørt Føroyar betri, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í røðu sínari leygardagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-16 10:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Javni er kanska tað besta dømið um, hvussu stóran týdning rørslur og áhugafelagsskapir hava í einum samfelagi.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður tá hann leygardag seinnapart helt røðu á Vaglinum í sambandi við 50 ára hátíðarhaldinum hjá Javna.

Felagið hjá fólki við menningartarni og familjur teirra hevði 50 ára stovningardag fríggjadagin, og varð tað hátíðarhildið í Havn dagin eftir.

– Sum eg eri fegin um, at Javni kom. At fólk søgdu frá – og vildu hava, at tað var pláss fyri øllum føroyingum í Føroyum.

– Vit eiga jú øll hetta landið. Í felag. Og eingin eigur tað meiri enn nakar annar. Eingin eigur at kunna siga við nakran annan: Nei, tíverri, vit hava ikki pláss fyri tær her í okkara landi, segði løgmaður.

– Seinastu 50 árini hevur Javni staðið sum ein verjugarður - og mint okkum á, at í Føroyum skal tað vera pláss fyri øllum. Og at í Føroyum hava vit brúk fyri øllum. Tað eru góðar og vigtigar áminningar. Tí øll hava nakað at geva, segði hann.

Løgmaður vísti á, at føroyska samfelagið eigur at verða skipað soleiðis at øll, uttan mun til avbjóðingar og fortreytir, skullu kunna liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív.

Hóast løgmaður ásannaði, at tað kanska gekk ov seint, eru kortini nógv framstig gjørd seinastu 50 árini, og vísti hann á, at vit eitt nú hava fingið skúlar, seflokkar og serbreytir, umframt bústovnar og umlættingarheim.

– Tað allarmesta av tí góða, sum er hent á hesum økinum, er sprottið úr Javna. Og tað er vert at hátíðarhalda.

– Vit politikarar taka nógvar avgerðir um alt møguligt allatíðina - og vit hava ofta brúk fyri, at onkur skumpar undir okkum. Minnir okkum á tað vigtigasta, segði Bárður á Steig Nielsen.

Øll røðan hjá løgmanni kann lesast her.

Sí eisini: Myndir: 50 ára føðingardagur á Vaglinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder