Mentan

– Sum tikið beinleiðis úr Ringanna Harra

Tríggir sardinskir myndamenn vitjaðu í Føroyum í desember, og vóru teir sera hugtiknir av landslagnum

Múlafossur (Savnsmynd)

Múlafossur (Savnsmynd)

2020-02-03 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar almannakunngjørdi italski miðilin La Nuova Sardegna eina ferðafrásøgn úr Føroyum.

Talan var um tríggjar myndamenn úr Sardinia, sum í desember vóru á rundferð í Føroyum.

Hóast menninir ásannaðu, at teir kanska ikki høvdu valt tað besta tíðspunktið á árinum at koma til Føroya, tá hugsað verður um veðrið, høvdu teir kortini góðar vónir um ferðina. Serliga kundu teir hugsað sær at sæð norðlýsið, søgdu teir.

Myndamenninir komu til Vágar úr Keypmannahavn, og gjørdu teir av ikki at gista sama stað allar næturnar. Teir vitjaðu í Føroyum í tíggju dagar, og fyrstu dagarnar ferðaðust teir í Vágum. Eisini vitjaðu teir í Norðoyggjum, m.a. í Viðoy.

Í Vágum vóru teir serliga hugtiknir av Leitisvatni. Myndamenninir vóru eisini hugtiknir av fjølbroytta føroyska landslagnum sum heild, og minti hetta teir um fantasyheimin hjá Tolkien.

– Ein surrealistisk sjón møtti okkum, gjørt burturúr lítlum húsum, sum sóu út, sum vórðu tey tikin beinleiðis úr fantasy-tríverkinum “Ringanna Harri”.

Skiftandi veðrið í Føroyum verður eisini nevnt, og løgdu teir til merkis, hvussu veðrið gjørdist kaldari og harðligari, tá teir komu longur norðureftir. Serliga løgdu teir til merkis, hvussu seyðurin og fuglurin gingu púra friðarligt runt í illveðrinum, sum var hetta gerandiskostur hjá teimum.

– Hetta er ein annar partur av heiminum. Tað er her, at náttúran hvílur og vaknar við nýggjari orku, siga teir at enda.

Ferðafrásøgnin við myndum (sum tó er á italskum) sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder