Uttanlands

- Svenska stjórnin er orsøkin til at so nógv syrgja í dag

Forkvinnan í Kristdemokraterna skuldsetur sitandi stjórnina fyri at vera orsøk til at fleiri túsund sviar eru deyðir av korona

Ebba Busch (Savnsmynd: EPA)

Ebba Busch (Savnsmynd: EPA)

2020-06-08 14:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er svenska stjórnin, sum er orsøk til, at tað eru so nógv, ið syrgja yvir at hava mist ein av teirra nærmastu í vár. Stjórin hevur loyvt eini stórari smittuspjaðing.

So bersøgin var forkvinnan í svenska flokkinum, Kristendemokraterna, Ebba Busch, undir einum floksleiðaraorðaskifti í svenska sjónvarpinum í gjárkvøldið. 

Higartil eru 4.656 fólk skrásett deyð orsaka av covid-19 í Svøríki. Tað er fýra ferðir meira enn í Noregi, Danmark og Finnlandi tilsamans, skrivar NRK.

Tá gjørt verður upp í tilburðum pr. millión íbúgvar, hevur Svøríki tað fimthægsta talið av koronadeyðum í øllum heiminum.

Vildi avmarka heldur enn støðga
Svøríki valdi eina nógv minni harðrenda loysn í royndini at basa smittuspjaðingini. Ætlanin var at avmarka spjaðingina og verja vandabólkar heldur enn at royna at støðga smittuspjaðingini.

Stefan Löfven, forsætisráðharri fyri sosialdemokratarnar segði, at framferðarhátturin hevur bæði eydnast og miseydnast.

- Vit ynsktu ikki eina skjóta øking, og tað kláraðu vit. Heilsuverkið mátti hava møguleika fyri at standa ímóti, og tað eydnaðist eisini. Vit vildu eisini verja tey eldru, men tað eydnaðist ikki, segði Löfven.

Í Svøríki fekk virussið møguleika at spjaða seg á eldrastovnum, og svensku heilsumyndugleikarnir hava tikið ábyrgdina fyri, at tað ikki eydnaðist at avbyrgja tey eldru nakað fyrr.

- Okkara størsta mistak er, at so nógv lógu eftirá í eldrarøktini. Vit áttu at testa fleiri enn vit hava gjørt, segði forsætisráðharrin.

’Dysfunktionelt’ og ’leiðsluleyst’
Hetta var fyrstu ferð, at politisku leiðararnir í Svøríki hittust til kjak, síðan koronakreppan byrjaði. Higartil hevur ikki tann stóra ósemjan víst seg í politisku skipanini, og Busch segði sjálv fyri einum góðum mánaði síðani, at tíðin ikki tá var búgvin til at stilla spurnartekn við tey, sum tóku avgerðirnar.

Nú vóru aðrir tónar, og hon kallaði svensku stjórnina fyri ’dysfunktionella’ og segði at Svøríki liggur í ’leiðsluloysi’.

- Í februar lótu tey fleiri tíggjutúsund sviar lenda í Arlanda frá økjum, sum longu høvdu ov stóra smittuspjaðing, og lótu tey sleppa beint út í samfelagið, segði Busch.

Undir orðaskiftinum helt Löfven fast um, at strategiin undir koronakreppuni hevur verið hin rætta. Hann heldur, at tað eigur at bíðast við at sammeta deyðatøl millum lond til endaliga úrslitið fyriliggur.

- Vit læra meira og meira av hesi farsóttini. Sjálvandi var tað ongin, sum tilvitað royndi at spjaða smittuna – tvørturímóti, segði Löfven.

Framgongd í veljarakanning
Hóast atfinningarnar hava Sosialdemokratarnir fingið vaksandi stuðul undir koronakreppuni.

Ein nýggj veljarakanning, sum Aftonbladet kunnger í dag, vísir eina øking á 8,7 prosentstig til Sosialdemokratarnar. Flokkurin fær nú stuðul av 33,7 prosentum av veljarunum.

Konservativi flokkurin, Moderaterna, hevur eisini framgongd, og fær nú 20,1 prosent. Allir hinir flokkarnir eru gingnir aftur hetta seinasta hálvárið.

Sverigedemokraterna ganga mest aftur. Afturgongdin er 5,6 prosentstig, og flokkurin hevur nú stuðul frá 17,1 prosentum av veljarunum.

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder