
- Tað einasta góða við hesum uppskotinum, sum tað fyriliggur beint nú, er at tað bara er galdandi í tvey ár, segði Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum undir triðju viðgerð av nógv umrødda uppskotinum um elbilar, plug-in hybridbilar og hybridbilar í tinginum seinnapartin.
Hann og fleiri aðrir samgongulimir førdu fram, at tey ikki tóku undir við, at hybridbilar skuldu vera partur av uppskotinum, tí talan ikki er um eins grønar bilar sum elbilar ella plug-in hybridbilar eru.
- Var tað soleiðis, at hetta var avgjaldspolitikkurin, sum vit høvdu tíggju ár fram í tíðina, so hevði eg verið ótrúliga ivasamur. Men hetta er tvey ár, so skaðin av hesum her er avmarkaður, segði Erhard Joensen.
Uppskotið hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, var samykt við 16 fyri, og 14 ímóti. Lógin er galdandi frá 1. januar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald