Scarlett Johansson dámar ikki paparazzi-myndafólk.
- Tey gera meira og meira í royndini at elta og sjikanera tey fólkini, tey taka myndir av, sigur hon sambært DR.
Sambært Forbes Magazine var Scarlett Johansson best lønta sjónleikarinnan í heiminum í fjør, har hon forvann sær meira enn 40 mió. dollarar (uml. 264 mió. í okkara krónum).
Eisini sigur Scarlett Johansson, at hon heldur tað bert vera ein spurning um tíð, áðrenn onkur kemur til skaða ella letur lív, júst sum Diana prinsessa gjørdi fyri meira enn 20 árum síðani.
Scarlett Johansson vísir á, at sjálvt ikki tað, sum hendi við Dianu prinsessu fekk lógina broytta, so hon betur kundi verja tey, sum verða elt og sjikanerað av paparazzi-myndafólkum.
Hon ásannar, at tað kann vera beinleiðis vandamikið at vera best lønta sjónleikarinnan í heiminum.
Scarlett Johansson greiðir frá, at hon einaferð var á veg heim eftir at hava luttikið í einari sjónvarpssending, og at fimm bilar við paparazzi-myndafólkum eltu hana. Tey koyrdu við nógvari ferð og steðgaðu ikki, tá tað varð reytt, og sostatt hevði hetta kunnað endað heilt galið, ikki bara fyri Scarlett Johansson sjálvari men fyri aðrar bilførarar.
Scarlett Johansson er í løtuni aktuel í filminum 'Captain Marvel,' har hon spælir Black Widow. Eisini verður hon at síggja í filminum 'Avengers: Endgame', ið verður frumsýndur 24. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald