Eins og siðvenja er gamlaárskvøld, helt Margretha drotning nýggjársrøðu, og røðan í gjár var tann 50. í røðini.
Drotningin, sum 14. januar kann hátíðarhalda 50 ár á donsku trónuni, vitjaði í Føroyum í summar, og í røðu sínari sendi hon eisini eina heilsan til føroyingar, har hon takkaði fyri vitjanina.
– Tað var við stórari gleði, at eg vitjaði í Føroyum í summar, nakað, sum eg hevði glett meg nógv til at síggja aftur. Tað er altíð ein fragd at koma runt á vøkru oyggjunum og verða møtt við hjartaligum gestablídni og føla áhugan og drívmegina hjá føroyingum, segði hon.
– Føroyska samfelagið er í frálíkari menning. Eg fari at minnast vitjan mína við stórum takksemi. Eg sendi míni nýggjársynski til øll í Føroyum. Takk fyri í summar!
Øll røðan hjá drotningini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald