Uttanlands

– Tað er bæði skeivt og ódemokratiskt

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður heldur ikki, at tey fýra norðuratlantisku fólkatingsumboðini skulu avgera fólkatingsvalið

Tey grønlendsku og føroysku fólkatingsumboðini eiga at peika á tann forsætisráðharran, sum hevur størstu undirtøkuna í Danmark, heldur Sjúrður Skaale (Savnsmynd)

Tey grønlendsku og føroysku fólkatingsumboðini eiga at peika á tann forsætisráðharran, sum hevur størstu undirtøkuna í Danmark, heldur Sjúrður Skaale (Savnsmynd)

2022-10-09 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjúrður Skaale, ið umboðar Javnaðarflokkin á fólkatingi, heldur, at tey fýra norðuratlantisku fólkatingsumboðini altíð skulu peika á tað forsætisráðharravalevnið, sum fær størsta undirtøku í Danmark.

Hann heldur tað vera bæði skeivt og ódemokratiskt, at umboðini úr Føroyum og Grønlandi kunnu avgera eitt tætt val, sigur hann við Ritzau.

Men tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini, Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut og Aaja Chemnitz úr Inuit Ataqatigiit taka ikki undir við hesum.

– Hvør er forsætisráðharri í Danmark hevur altíð stóra ávirkan á grønlendska fólkið og Grønland, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam, sum leggur afturat, at tey í Grønlandi fara at peika á tað forsætisráðharravalevnið, sum er best fyri grønlendska fólkið.

Aaja Chemnitz sigur, at hon heldur ikki, at tey skulu vera bangin fyri at brúka teirra mandat til at peika á eitt forsætisráðharravalevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder