Uttanlands

– Tað er gott at vera í masku

Tað segði Trump, tá hann vitjaði á einum hernaðarsjúkrahúsi í Maryland í gjár – Hetta er fyrstu ferð, amerikanski forsetin hevur víst seg alment í masku

Trump vitjar Walter Reed National Military Medical Center í Maryland (Mynd: EPA)

Trump vitjar Walter Reed National Military Medical Center í Maryland (Mynd: EPA)

2020-07-12 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár vitjaði á einum hernaðarsjúkrahúsi í Bethesda í statinum Maryland, var hann í masku.

Hetta er fyrstu ferð, hann er sæddur alment við masku.

Í sjúkrahúsinum hitti hann særdar hermenn og heilsustarvsfólk, sum høvdu arbeitt í fremstu røð undir virusútbrotinum.

– Tá tú tosar við eina rúgvu av hermonnum, í summum førum fólk, sum akkurát hava verið undir skurði, er tað gott at vera í masku, segði amerikanski forsetin við tíðindafólk uttanfyri Hvítu Húsini áðrenn vitjanina.

Áður hevur Donald Trump annars noktað at brúkt masku ella at mæla øðrum amerikanarum til at brúka tær, hóast serfrøðingar innan heilsuøkið hava mælt til at gera júst tað.

Hann hevur hildið fast við, at tað er eitt persónligt val, hvørt mann vil brúka masku ella ikki. Hann hevur tó eisini verið fyri nógvum atfinningum orsakað av hesum.

USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronasmittuni. Landið hevur skrásett fleiri tilburðir og fleiri andlát enn nakað annað land í heiminum.

Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University, eru 66.528 nýggir tilburðir staðfestir seinasta samdøgrið. Hetta er fjórðu ferð seinastu fimm dagarnar, at talið á nýggjum tilburðum í USA økist við fleiri enn 60.000, skrivar Ritzau.

Uppgerð hjá worldometers.info vísir, at USA hevur skrásett 3,3 mió. tilburðir, og fleiri enn 137.000 andlát.

Um allan heimin eru fleiri enn 12,8 mió. tilburðir og 568.000 andlát skrásett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder