Innanlands

– Tað er ikki fyri at fylgja mótanum

Burðardygd hevur altíð verið ein partur av menningini av virkseminum hjá Føroya Bjór, sigur stjórin

– Tað er ikki fyri at fylgja mótanum, at Føroya Bjór ger stórar íløgur í burðardyggar loysnir, sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór (Savnsmynd)

– Tað er ikki fyri at fylgja mótanum, at Føroya Bjór ger stórar íløgur í burðardyggar loysnir, sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór (Savnsmynd)

2022-10-31 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Burðardygd hevur altíð verið ein partur av menningini av virkseminum hjá Føroya Bjór.

Tað sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.

– Tað er ikki fyri at fylgja mótanum, at Føroya Bjór ger stórar íløgur í burðardyggar loysnir. Føroya bjór ger áhaldandi íløgur fyri at menna virksemið í fyritøkuni, og burðardygd er millum fremstu raðfestingarnar á kravslistanum, tá ið vit fyrireika nýggjar íløgur, sigur hann í grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Nýggjasta íløgan á burðardyggu kósini er eitt spildurnýtt og framkomið anlegg, sum ger tað møguligt at endurnýta CO2 frá øl framleiðsluni til sodavatnsframleiðslu, sigur hann.

– Framyvir fer nærum einki CO2 frá øl framleiðsluni út í atmosferuna. Hetta verður nærum alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsfram­leiðs­luna. Henda íløgan minkar ikki bara um CO2 útlátið við at endurvinna CO2 frá ølframleiðsluni. Nú sleppa við eisini undan CO2 útlátinum av at innflyta CO2 til sodavatnsframleiðsluna, greiðir stjórin frá.

Næsta stóra íløgan hjá fyritøkuni á burðardyggu leiðini verður vónandi eldrivnar dampketlar til øl og whiskey.

– Í løtuni kanna vit møguleikarnar fyri at skifta dampketlarnar til øl og whiskey framleiðsluna út til eldrivnar dampketlar. Hetta verður vónandi næsta stóra íløgan hjá Føroya Bjór á burðardyggu leiðini, men streymveitingin frá SEV kann vera ein avbjóðing, sum má loysast, áðrenn vit kunnu fremja hesa íløguna.

 – Annars arbeiða vit áhaldandi við at menna loysnir til at gagnnýta avlopshita, og allar íløgur í maskinur, amboð og onnur rakstrargøgn fylgja grøna profilinum hjá Føroya Bjór, sigur Einar Waag.

Øll greinin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder