Innanlands

– Tað er skeivt at deila upp í A og B borgarar

Hondbóltssambandið eigur ikki at loyva koppsettum borgarum at sleppa frítt til dystir, ein slík avgerð skal viðgerðast bæði heilsufakliga og politiskt, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-19 18:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki rætt at geva koppsettum borgarum fría atgongd til hondbóltsdyst, heldur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

– Eg haldi ikki, at tað er rætt. Eg haldi vit skulu ansa øgiliga væl eftir við at deila upp í A og B borgarar, sigur landsstýrismaðurin, sum heldur at Hondbóltssambandið ger mismun á fólki.

Ein slík avgerð má viðgerðast væl og virðiliga heilsufakliga, politiskt og umsitingarliga, sigur hann.

Les eisini: Tey liðugt koppsettu kunnu keypa atgongumerki til steypafinalurnar

Les eisini: – Eingin orsøk til at avmarka atgongdina hjá teimum koppsettu

Sambært kunningini, sum landsstýrismaðurin hevur fingið, kann ein koppsettur persónur framvegis bera virusið, hóast hann kanska ikki kann verða smittaður sjálvur, og tí er tað ikki rætt, at ein koppsettur persónur ikki smittar.

– Persónliga haldi eg, tað er skeivt at ein og hvør kann fara at deila upp, um fólk eru koppsett ella ikki, tí øll hava somu rættindi í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Portalin.

– Um farsóttarnevndin ella koppsetingarbólkurin finnur útav einum ella øðrum og semja er um hetta, bæði heilsufakliga og politiskt, so má mann taka tað harfrá.

Landsstýrismaðurin er vísur í, at nýggjar mannagongdir koma, tá fleiri eru koppsett, men tær mugu koma frá heilsufakligu myndugleikunum, og mugu tær sjálvandi eisini viðgerðast politiskt.

Í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum, sum er sent út í kvøld, vísir landsstýrismaðurin eisini á, at almennu tilmælini eru óbroytt.

– Ongi av teimum upprunaligu tilmælunum, sum viðvíkja størri fólkasamkomum eru broytt. Tey eru generell og galdandi fyri øll.

Dagførd kl. 18.50

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder