Innanlands

- Tað er so nógv lættari at búgva í Hoyvík

Hetta sigur Norðleif við Krógv, ið er ein av suðringunum, sum hevur verið noyddur at ferðast norður til Havnar tvær ferðir um vikuna til dialysuviðgerð, men sum nú er fluttur til Hoyvíkar

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2022-08-17 13:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Onkur segði mær, at okkara nýggja adressa var 188 Paradís, flennur Norðleif, sum fegnast um at hava fingið íbúð í Marinargøtu í Hoyvík.

Konan Jónhild hevur fingið arbeiði hjá Dveyluni, og dótturin Jónleyg byrjar í Eysturskúlanum í morgin.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag, har familjan, ið júst er flutt úr Hvalba, er avmyndað við borgarstjóranum.

Orsøkin til nýggja bústaðin er atgongd til dialysuviðgerð. Norðleif fekk eitt nýtt nýra í 2009, sum helt í 12 ár, og síðani hevur hann verið aftur í dialysuviðgerð. Síðani apríl í ár hevur hann verið noyddur at ferðast til Havnar tvær ferðir um vikuna í øllum veðri.

- Hetta gjørdist alt ov strævið, bæði hjá mær og mínum avvarðandi. Tí tóku vit avgerð um at flyta higar, her alt er so nógv lættari og tað bara eru nakrir minuttir at koma sær út á sjúkrahúsið, sigur Norðleif við torshavn.fo.

Seinastu tíðina hevur støðan hjá 73 ára gamla Niels Paula Midjord verið nógv frammi. Hann hevur bústað í Suðuroynni og hevur, eins og Norðleif, ferðast fleiri ferðir um vikuna norður til høvuðsstaðin til dialysuviðgerð, men seinastu vikurnar hevur hann verið á Landssjúkrahúsinum, tí eingin hevur tikið ábyrgd av honum, í mun til ferðingina.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder